Lýsing
Lýsing
Lýsing

Filmsstuðul 2018: 19 fingu stuðul í fyrra umfari

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.04.2018 - 09:29 Tíðindaskriv Tíðindi

Aftur hesa ferð fekk Mentamálaráðið nógvar umsóknir um stuðul til film, nevniliga 32. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, letur stuðul til 19 av umsóknunum. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 19 fingu stuðul í fyrra umfari 2018 fyri tilsamans 1.500.300 kr.:

1. Fish&Film v/ Ingun í Skrivarastovu, Dreymar við havið, kr. 30.000

2. Cinema Polaris v/Anton Petersen, Eitt sindur um, hvussu vit elska, kr. 150.000

3. Sakaris Stórá, Oktober, kr. 30.000

4. Annika á Lofti, Góða Mary, kr. 300.000

5. Eir í Ólavsstovu, Havið, kr. 80.000

6. Maria Winther Olsen, Nina, kr. 30.000

7. Árni Nicolajsen, Søgan um Ruth, kr. 75.000

8. Jónfinn Stenberg, Tey Smittaðu, kr. 60.000

9. ETK-Films v/ Gudmund Helmsdal Nielsen, Trøllabeiggi, kr. 150.000

10. Brandur Hanusarson Funningsstovu, Føroyingar á fjallaferð, kr. 15.000

11. Sóley Danielsen, #Visit Nólsoy, kr. 15.000

12. KYK Myndir v/ Jón Hammer, Fjørður, kr. 38.500

13. KYK Myndir v/ Jón Hammer, The Dead Man, kr. 90.000

14. KYK Myndir v/ Jón Hammer, Experiment IX, kr. 50.000

15. Andrias Høgenni, Brúðarvalsur, kr. 55.000

16. Rógvi Rasmussen, Tað, hjarta sær, gloymist ei, 40.000

17. Rógvi Brekku Dam og Sólfríð í Króki, Spírar, 50.000

18. Havnar Sjónleikarfelag, Illir andar, kr. 91.800

19. Torfinnur Jákupsson, TROM, kr. 150.000

Annika á Lofti fekk størstu stuðulsupphæddina, 300 tús. kr., í hesum umfari. Talan er um fyrsta spælifilm hennara ”Góða Mary”, sum snýr seg um ágang ímóti børnum, um kærleika, tá hann er forboðin, fjaldur og óynsktur. Søgan verður upplivað gjøgnum ein stillan 12-ára gamlan drong.

Tríggjar verkætlanir fingu 150 tús. kr. í part. Fyrsti spælifilmurin hjá Antoni Petersen ”Eitt sindur um, hvussu vit elska” er ein psykologiskur krimifilmur við Olafi Johannessen sum høvuðsleikara. TROM hjá Torfinni Jákupsson er krimirøð við íblástri úr krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen og hevur Hans Tórgarð í leiklutinum sum Hannis Martinsson. Gudmund Helmsdal ger listaligan stuttfilm við heitinum ”Trøllabeiggi”, sum gongur fyri seg á Trøllanesi í farnari tíð.

Barnatilfar er eisini millum verkætlanirnar. Rógvi Brekku Dam og Sólfríð í Króki fáa stuðul til barnarøðina “Spírar”, sum er ein talgildur sunnudagsskúli, sum millum annað verður tøkur við bíbliusøgum á netinum.

Tveir filmsráðgevar, sum í løtuni eru Magni Høgnesen og Barbara í Stórustovu, hava gjørt tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðulsbýtið. Samlaða játtanin til føroyska filmsframleiðslu er nú 2,3 milliónir krónur, og tað er ein hækking við 300 tús. kr. í mun til 2017. Eitt nýtt stuðulsumfar verður lýst seinni við freist 1. september.

Mentamálaráðið, 4. apríl 2018

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum