Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppskot til Ársins Íverksetara

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.04.2018 - 13:18 Tíðindaskriv Vinna

Hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi í árinum sum fór? Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins Íverkseti? Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til heiðurslønirnar, sum verður latnar á Ársins Íverksetaradegi

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verða tríggjar heiðurslønir latnar:

Ársins Íverksetari

Ársins Innovatión

Ársins Íløga

Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á,

hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi hevur víst góð fíggjarlig úrslit
hevur givið øðrum íverksetum íblástur

Freistin at koma við tilnevningum er til og við 27. april 2018. Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á iverksetan@iverksetan.fo.

Ársins Íverksetari í fjør var Árni Skaale úr Klaksvík. Ársins Innovation fekk JT Electric á Kambsdali. Ongin fekk heiðurin fyri ársins íløgu.

Í ár verður Ársins Íverksetaradagur hildin 11. mai kl 10.00 í Østrøm í Tórshavn. Høvuðstalari á íverksetaradegnum verður kendi danski íverksetarin Martin Thorborg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum