Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kristian Suni Høgnesen vann bronsu saman við Sonhard Johannesen

Fuglfirðingar føroyameistarar í billard

SKRIVAÐ: Niels Petersen  |  09.04.2018 - 10:20 Ítrottur Tíðindi

Triðja árið á rað eydnaðist tað fuglfirðingunum, Jákup L. Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg at vinna FM heitið í billard fyri lið. Vinmenninar, sum spæla við besta liðnum hjá Billardfelag Fuglafjarða (BFF1) vóru í sínum síðsta umfari á Tvøroyri á vitjan hjá Páll Hera Nolsøe og Max Rasmussen, sum alt kappingarárið hava givið teimum ein sera skarpan gang. Tvøramenn høvdu ein dyst eftir eftir hendan dystin, og tað var móti teimum næstbestu hjá fuglfirðingum, og tí mátti eitt gott úrslit fáast til høldar á Tvøroyri.

Eitt gott úrslit var eisini júst tað teir fingu. Tað endaði púra javnt millum teir bestu av Tvøroyri og úr Fuglafirði, 4-4. Við javnleikinum á Tvøroyri hálaðu Jákup og Jens Kjartan seg upp á 54 stig, seks fleiri enn Páll Heri og Max, sum undan ársins síðsta dysti sostatt høvdu 48 stig. Spenningurin var tí øgiligur, tá næstbesta fuglfjarða liðið vitjaði á Tvøroyri, og mín sann, um tað ikki akkurát eydnaðist BFF2 at vinna eina
dystin, so úrslitið bleiv 6-2 til tvøramenn. Tað rakk til sigur til tvøramenn, og upp undir liðina á BFF1 á stigatalvuni, men av tí at BFF1 hevði skorað nógv meiri eygu gjøgnum árið, vóru tað teir sum struku við FM heitinum.

Triðja pláss fór til Kristian Suna Høgnesen og Sonhard Johannesen úr Klaksvíkar Billardffelag.

Hetta kappingarárið hevur verið bæði tætt og spennandi allan vegin frá byrjan til enda, og bert nøkur eygu blivu munurin, tá alt kom til stykkis. Hóast kappingarárið í liðkappingini er avgreitt, so manglar enn FM kappingin fyri einstaklingar, sum verður hildin vikuskiftið 4. - 5. mai á Tvøroyri.

 

Allar deildir avgreiddar

Í 2. deild var tað eisini eitt vinnandi lið úr Fuglafirði, og mín sann, um ikki tað var primus motor, the grand billard legend himself, Sofus Baldvinsson og makkari hansara Rúni Jacobsen sum struku avstað við fyrsta plássinum. Í hølunum á teimum, eins og teir vóru alt árið á tamb, komu Urbanus K. Olsen og Petur Joleiv Svøðstein úr Klaksvíkar Billardfelag. Á triðja plássi endaðu tvøramenn, mannaðir við Eyðun Gullok Svalbard, Bjarna Thomsen og Tórður Holm.

Í 3. deild vóru fuglfirðingar eisini í oddinum, men ikki ovastir, tí tað plássið vunnu Hans Jákup Nystrøm og Allan Larsen úr Klaksvíkar Billardfelag, meðan Jákup Jákup Gaard og Jákup Oluf Fløhamar blivu næstir. Hetta bleiv alt avgreitt í finaluumfari á Tvøroyri í mars mánaða. Tvøramenn vunnu bronsuna, sum Danjal Olsen og Niels Petersen tryggjaðu teimum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum