USA, Bretland og Frakland lopin á Syria
Stórt samskipað álop í Syria hevur verið í nátt. Ætlanir eru ikki um at fremja fleiri álop.
Í nátt lupu amerikanarar, bretar og fransmenn á útvald mál í Syria. Tað sigur Donald Trump, forseti, á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í nátt (kl. 2 føroyska tíð). Bretski forsætismálaráðharrin, Theresa May, váttaði stutt aftaná, at tað veruliga var so, og at bretar eru við í álopunum.
- Eg havi góðkent, at vápnaðar bretskar styrkir hava lopið á fyri at gera syrisku stjórnina minni føra fyri at fremja kemisk álop, sigur Theresa May við Reuters. Emmanuel Macron váttar eisini, at fronsk hermegi er við í hernaðarligu álopunum. Øll trý londini meta, at Bashar al-Assad hevur lopið á Douma við kemiskum vápum.
Reuter skrivar, at longu stutt aftaná hoyrdust spreingingar í Damaskus, høvuðsstaðnum í Syria. Millum málini, ið eru rakt, eru herstøðir og eitt laboratorium.
Syriska luftvápnið hevur svarað aftur uppá álopið, sum nú er liðugt.
Ikki góðkent av ST
Limirnir í trygdarráðnum í ST hava fundast um, hvussu svarast skuldi aftur uppá møguliga kemiska álopið á Douma, men komu ikki til nakra niðurstøðu, áðrenn USA, Frakland og Bretland lupu á.
Jim Mattis, verjumálaráðharri í USA, sigur, at hetta álopið verður tað einasta, og at fleiri álop tí ikki eru væntandi.
Kelda: https://www.fyens.dk/udland/USA-angriber-Syrien-sammen-med-Storbritannien-og-Frankrig/artikel/3247473
Kelda til mynd: http://www.abc.net.au/news/2018-04-14/us-to-strike-syria-in-response-to-chemical-weapons-attack/9658900