Lýsing
Lýsing
Lýsing

At draga "fake news" í land

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.04.2018 - 18:07 Lesarabrøv Mentan

Í samrøðu við Portalin í dag sigur redaktørurin í sendingini: "Gud signi Føroyar" at: "Sendingin vísti, at fyri mong kristin er einki ósamsvar ímillum menningarlæru og kristna trúgv". Henda útsøgnin ørkimlar, tí hon er ein andsøgn við umtalaðu sending og "breaking news", sum KVF eftirfylgjandi bar út um allar geilar, grundað á júst boðskapin úr sendingini hjá Heina í Skorini, sum hann nú umvegis portal.fo roynir at útleggja?

Spurnar-kanning, sum var gjørd í samband við nógv umrøddu sendingina gav ikki fólki møguleika at koma til somu niðurstøðu, sum redaktørurin, Heini í Skorini, eftirfylgjandi tikist verða komin til. Kanningin, sum varð lýst í sendingini, gav fólki einans tveir svar møguleikar; Gud ella Darwin! Hetta var óiva orsøk til, at næstan ein triðingur av teim spurdu vistu ikki hvat tey skuldu svarað, og at mong valdu at atkvøða fyri Gudi heldur enn Darwin.

 

FAKE NEWS

Undir yvirskriftini "Helmingurin vrakar menningarlæruna" verða Føroyar javnstillaðar við Turkaland og Indonesien, og var hetta endurtikið og endurtikið vísandi til sendingina og kanningina .. Sí grein 

Veit væl at KVF ber orð fyri at skýggja eftirmetingar sum hin versta sjálvan, og at rok framvegis er um ætlanirnar hjá nýggja KVF stjóranum, at eftirmeta eina aðra dokumentarsending. Tað rokið var so ógvusligt at sjálv landstýriskvinnan í Mentamálum kom uppí og síðani er alt myrkalagt.

Heini í Skorini er ein skilamaður og tær fimm sendingarnar eru sum heild vælaverk, og tí klæðir tað als ikki sendingunum og KVF, at roynt verður at skeikla seg undan ábyrgd og onkunsvegna royna at draga "fake news" í land, og so vóna at hetta onkursvegnað glíður í gloymskuna.

Í øllum føri hongur niðurstøðan í "vísundaligu" kanningini hjá KVF als ikki saman við útsøgnini hjá redaktørinum í "Gud signi Føroyar".

Einasta orsøkin til at undirtøkan fyri menningarlæruni er so lítil í Føroym er klossuta kanningin hjá KVF og eftirfylgjandi ókrittiska viðgerðin í KVF. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum