Lýsing
Lýsing
Lýsing

Saksunarbóndin ein hetja

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.04.2018 - 12:40 Lesarabrøv Politikkur

Blaðstjórin í norska Bergens Avisen, segði einaferð soleiðis um embætisstættina og pressuna í Oslo: Embætisfólk og pressan í høvuðsstaðnum eru so samanrottaði, at tey baði giftast ella bíta um makar! Hesa seinastu tíðina illneitast høvuðsstaðarpressan í Føroyum inn á bóndan í Saksun. Bóndin er eins og mong onnur, troyttur av vaksandi tali av ferðafólkum, sum fólk í liva av ferðavinnuni í høvuðstaðnum senda út um landi fyri at upplivað okkurt, fyri pengarnar, sum tey hava lætið eftir sær í høvuðsstaðnum. 

Myndatekstur: Saksunnarbóndin sigur soleiðis í viðmerking til Dimmalætting: Heilsanin var ikki ætlað til tey ferðafólk, sum vitjaðu Saksun júst í gjár. Nei, heilsanin var ætlað nýggju menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, sum vitjaði í Saksun í gjár....

 

Eina lesari hjá Norðlýsinum skrivar soleiðis  á sínum facebookvanga, um støðuna nú heimastýrið í Havn, saman við ferðafólka skrivstovum í høvuðsstaðnum og við landskassanum í rygginum, senda ferðafólk í hópatali við bussum og skipum, út kring landið til ókeypis upplivingar. 

Lesarin skrivar soleiðis:

Skilji so sera væl saksunarbøndur

og onnur, sum eru móð av ferðafólki. Tað er teimum eisini ovboðið, at milliónir verða latnar til ferðavinnuskrivistovufólk í Havn at skula  læra bydafólk at taka sær av fremmandum ferðafólki.

Hasi skrivistovufólk koma við fullari løn til Saksunar at spyrja og at "fundast".

Hvussu nógv mundi bygdarfólkið fáa í fundarløn?

Har høvdu milliónirnar farið munandi betur til nógv vitjaðu ferðamálunum, tí har vita tey best, hvat skal gerast.

  

Tað almenna lopið á bláman við báðum beinum, uttan at kannað dýpið

Embætisfólk í tinganesi stóð púra spyrjandi í útvarpssending, tí uppgávan hjá tí almenna var sambært henni einans at fáa so nógv fólk til landið sum gjørligt "… og so mátti tey privatu taka yvir…"???

Tað er væl ein grundregla at tá man selur eina vøru, so hevur ein ábyrgd at tryggja at vøran livur upp til tað, sum keyparin kann forvænta.

Í løtuni selja ferðaskrivstovur, og almenn/privat feløg í Havn (sum eisini eru farin at klandrast um hvør skal byggja og eiga tey flottastu gistingarhúsini í høvuðsstaðnum) Føroyar sum eitt ferðafólka land um allan heim. Matstovur og gistingarhús liva feitt uppá hesa nýggju vinnu, og nú kapitalsterk feløg, sum verða stýrd av makum, vinum og kenningum í embætisverkinum, hava uppkeypt ella ætlað at gera íløgur í hesa nýggju vinnuna - er ikki løgið at fólk úti um landi eru um at kvalast og siga at nú kann verða nokk.

Heimastýrið í Havn má læra at taka hædd fyri at tað eru onnur áhugamál, baði vinnulig og mentunarlig, enn hjá teimum 40% unum sum búgva millum tinganes og Hotel Føroyar.

 

Føroysk matmentan og fólkalívsmentan?

Í gjár hoyrdu vit at michelin-fjepparaskarin arbeiðir við at selja føroyska "matmentan" kring allan heimin. Nýggja slagorðið var at útlendingar fyrst skuldu bíleggja borð og síðani finna út av hvar Føroyar er og bíleggja ein ferðaseðil. Samstundis slappa hesin at reklamera ókeypis í KVF fyri sítt egna produkt, sum eisni gekk undir heitinum "Føroysk matmentan" - ein grísa-skinka??? 

Samstundis eru røddir frammi, sum harðari og harðari mæla føroyingum til at leggja frá sær dýrabara mentunnararvin, sum at drepa grind, fletta seyð og annað, tí at ferðafólk úr París ella New York kunnu missa matarlistin.

Hetta vísir bara hvussu markleys peningagreðin er. Vøran sum hesir ný religiøsu michelin-fjeppararnir selja undir heitinum "føroysk mat mentan" liggur so langt frá tí, sum allir føroyingar kenna, at tað er løgið at brúkaraumboðsmaðurin ikki fyri langari tíð síðan hevur bannað matstovunum at nýtt hetta heiti.

Men seinast eg visti varð brúkaraumboðið eisini flutt til Havnar, so hann eigur sikkurt eisini eina aktiu í gullstjørnuni..

 

Bóndin í Saksun "toppurin av ísfjallinum"

Tað er upp á tíðina at onkur er so fræður at tora at seta spurnartekin við øll hesi, sum ætlað at tjena pengar uppá eina "ókeypis Føroyar".  Vónandi bakkar bóndin í Saksun ikki ein tumma. Fyrst eigur hann at krevja fullan erstatning fyri mista arbeiðstíð áðrenn hann møtir til nakran fund við embætisverk ella ferðavinnu.  

Tá bóndin hevur fingið tað uppá pláss - kunnu vit fara at tosað um at fáa skipaði viðurskifti fyri ferðavinnuna.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni