Lýsing
Lýsing
Lýsing

Deyðsfellurnar

SKRIVAÐ: Símun Absalonsen  |  20.04.2018 - 06:00 Lesarabrøv Politikkur

Politiska verðurlagið í Føroyum hevur seinastu tíðina verið merkt av tosi um tunlar og innkomuvegir. Økta bilatalið seinastu árini sæst aftur á vegakervinum kring landið. Uttan mun til hvussu raðfest verður, so er tað mín sannføring, at ein tunnil við 280 cm vegabreidd, einum ferðslutrýsti uppá 1400 bilar dagliga og ongar rýmingarmøguleikar er gambling við mannalívum. At mann tosar um at útseta eina slíka verkætlan av tí at ”deyðsfellurnar” ikki rúmast í einum almennum rokniarki ber boð um  ódámliga raðfesting.

Myndatxt: Ms. Hans Hedtoft

 

Ms. Hans Hedtoft

Tann 30. januar 1959 sakk nýggja ferðamanna- og farmaskipið Hans Hedtoft, eftir at hava siglt á eitt ísfjall sunnanfyri Kappan. Hóast royndir vórðu gjørdar at koma skipinum til hjálpar, so var støðan vónleys. Í kavaroki, ódnarverðri og 20 metra høgari aldu høvdu skipini, sum vóru í nánd, nóg mikið við at hugsa um sína egnu trygd. Øll 95 fólkini umborð á ms. Hans Hedtoft sjólótust, harímillum tveir føroyingar. 2. stýrimaður var úr Sandvík og millum ferðafólkini var ein ungur klaksvíkingur.

Vanlukkan á Kappanum fekk eitt ógvusligt politiskt eftirspæl. Søguliga verður hetta framvegis av mongum mett at vera størsta ráðharragøla í Danmark síðani seinna heimsbardaga – enntá størri enn tamilmálið.

Ms. Hans Hedtoft vanlukkan er eitt skúladømi um, at tá sorgarleikir av slíkum slag henda, tekur politiska skipanin aðrar partar fyri, og almenni hugburðurin er púra hamskiftur, tá eftirmetingar skulu gerast.  Men soleiðis hugsa tey fáu, so leingi byrurin er blíður.

Seks vikur áðrenn skipið fórst á Kappanum var ms. Hans Hedtoft royndartúr í Oyrasundi. Við á hesum túri var m.a. fyrrverandi grønlandsmálaráðharrin Johannes Kjærbøl. Nýggi stoltleikin hjá Kongaliga Grønlandska Handlinum var stóri dreymurin hjá Kjærbøl og ein minnisvarði eftir drúgva politiska lív hansara.

Á hesum royndartúri segði Kjærbøl mangt og mikið, sum hann seinni mangan mundi angrað.

”Og hvem var det der sagde, at dette skib ikke kunne sejle hele året?”

 

 

Í kjalarvørrinum av sorgarleikinum á Kappanum kom tað brátt fram í donskum miðlum, at sakkunnleikin á siglingarøkinum hevði staðiliga frámælt Kjærbøl at sigla til Grønlands við ferðafólkum á hávetri. Tað var journalisturin Palle Brandt, sum fáar dagar eftir vanlukkuna skrivaði eina grein, ið fekk bóltin á rull. Hetta bleiv byrjanin til politisku gøluna. Palle Brandt var ikki hvør sum helst. Hann hevði í 5 ár verið stjóri á Grønlands Radio og harumframt eisini blaðstjóri á Grønlandsposten. Hann hevði siglt um Kappan óteljandi ferðir og kendi allar skiparar og leiðarar innan KGH. Hann var eisini við ms. Umanak, tá skipið kom í havsneyð á Kappanum í febr. 1957 og mundi gingið burtur. Palle Brandt visti, hvat var farið fram aftanfyri politisku leiktjøldini.

Men ráðini frá royndum KGH skiparum helt Kjærbøl lítið um. Eitt vitni, sum hevði arbeitt í ”Grønlandsministeriet”, segði fyri kommisiónsnevndini, ið vegna donsku stjórnina seinni kannaði málið, at hon hevði hoyrt Kjærbøl siga:  ”Hvis de tøsedrenge ikke vil sejle, så skal jeg sgu lære dem at sejle”.

Málið varð reist í fólkatinginum við kravi um, at tað varð kannað út í æsir og at Kjærbøl varð stillaður fyri ein ríkisrætt. Floksfelagar Kjærbøls vardu hann manniliga og her var meira talan um politiska bjarging,  enn viljan at staðfesta møguliga rættarliga ráðharraábyrgd í einum álvarsmáli. Hevði meiriluti verið fyri ríkisrættarsak, hevði stjórnin óivað fallið. Sambært grundlógina kann ríkisrættarákæra ikki reisast, uttan at ein meiriluti í fólkatinginum tekur undir við tí. Tá atkvøtt varð í fólkatinginum restaðu bert 8 atkvøður í at samtykkja ríkisrættarmál. Hetta var tað nærmasta Danmark hevði verið eini ríkisrættarsak síðani Alberti gøluna í 1908.

Fólkatingið samtykti kortini ”misbilligelse” á Kjærbøl. Og sum eitt úrslit av hesi ráðharragølu, fingu danir sína fyrstu ”ministeransvarlov”. Henda sama lóg bleiv fyrimyndin til føroysku lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Men hóast Kjærbøl politiskt varð bjargaður frá rættarsókn, so bleiv fólksins og søgunnar dómur eirindaleysur. At ríkisrætturin ikki fekk loyvi at tala í hesum máli, gjørdi helst fólksins dóm so mikið harðari.

 

Farleiðin Norð um Fjall

Men hvat hevur sorgarleikurin á Kappanum við føroyska landsvegakervið at gera?

Eg skal viðganga, at talan er um ógvusliga samanbering. Men kortini er tað ymiskt sum er samanfallandi:

Fólkaflutningur
Váði
Pengar
Politiskur (ó)vilji

 

Eitt uppskot liggur í hesum døgum á tingborði, har mælt verður til, at størsta deyðsfellan á føroyska landsvegakervinum straks verður tikin í álvara. 51 ára gomlu tunlarnir Norð um Fjall hava eina koyribreyt sum einans er 280 cm til breiddar. Og av teimum 10 tunlunum í Føroyum, sum bert hava eina vegabreyt, hava tunlarnir Norð um Fjall eisini nógv tað hægsta ferðslutrýstið og vánaligastu rýmingarmøguleikarnar. Tunlarnir lúka ongi trygdarkrøv og ferðslutrýstið økist fyri hvønn dag.

Bussarnir, sum dagliga koyra við 60 skúlabørnum gjøgnum hesar tunlar, eru 255 cm breiðir. Trýstið á hesar tunlar er í miðal 1400 akfør um dagin. Um summarið er trýstið nógv størri. Til samanberingar kann nevnast, at fyrsta árið Vágatunnilin var opin, koyrdu í miðal 980 akfør dagliga gjøgnum tvíbreytaða og upplýsta tunnilin.

At tunlarnir eru trongir og hava nógva ferðslu virkar tálmandi uppá ferðsluna. Mong velja tunlarnar frá, tí tey  tora ella vilja ikki brúka teir. Men Norðanfyri Fjall liggja eystasti og norðasti landoddi í Føroyum. Tað er eitt ”must” fyri fleiri túsund ferðafólk og ferðavinnan økist í stórum.

Fugloyggin, Svínoyggin og Viðoyggin draga hvørt ár eitt ótal av ferðafólkum á vitjan, og ferðavinnan er vaksandi. Gestirnir noyðast sjálvsagt gjøgnum trongu fjallasmogurnar. Men tá Føroyar jú verða marknaðarførdar sum ferðafólkaland við orðum sum:  Unforgettable, uncontrolled, untold og unbelievable, so halda ferðafólkini kanska, at 280 cm farleiðin er ein partur av okkara extreme adventure ella extreme sport. 

 Á heimastíðuni hjá Landsverk er kunning av ymiskum slag. M.a. um tilbúgving í tunlum. Her fáa  fólk ”góð ráð”  til hættisligu farleiðina og hvussu fram skal farast í neyðstøðum. Á heimastíðuni verður m.a. sagt:

Tað er øgiliga torført at fyrireika seg til eitt óhapp í einum tunli. Men her eru nøkur ráð:

Tunnilsóhapp kunnu bólkast í tvey: Tunnilsóhapp uttan eld og tunnilsóhapp við eldi. Munurin er stórur! Kemur tú fram á óhapp har eingin eldur ella roykur er, so hjálp til. Tendra ávaringarljósini, koyr til síðuna, sløkk motorin og lat lykilin standa í. Syrg fyri at fyrstahjálp verður veitt og boða frá óhappinum á 1-1-2.

Kemur tú fram á eld ella royk í tunlinum so er støðan ein heilt onnur. Slepp tær út sum skjótast. Eldur í tunli kann sammetast við, at koyra inn í eitt gosfjall. Hitin sleppur ikki út og alt tendrar. Sleppur tú ikki út, kanska orsakað av bilruðuleika, so lat bilin standa og renn móti tí munnanum, tú metir vera tryggast. Helst móti luftrákinum.

Heilsan Landsverk.

 

Hesu hyggjuráðini frá almenna landsstovninum áttu kanska at verið umsett til enskt og sett á heimastíðuna hjá Visit Faroe Islands. Men ráðini munnu vera lítið hugaligur lesnaður hjá teimum nærum 1.000 íbúgvum, sum búgva “skeivumegin” fjallið í Norðoyggjum og hvørs einasta sambindingarlið til restina av landinum er 280 cm deyðsfellur. Tað var tí heldur ikki løgið, at norðingar ógvaðust við, tá teir hoyra landsstýrisumboð siga í útvarpinum, at farast kann ikki undir nýggjar tunlar Norð um Fjall nú, tí tað var ov vágið. So eru norðingar tað klókari. Spurningurin er um váðin verður máldur í mannalívum ella í einum excel formli.

 

Eitt gullnám fyri íleggjarar

Í mun til fólkatalið er økið Norðan Fjall merkt av óvanliga nógvum og vaksandi vinnuligum virksemi. Her eru tvær stórar smoltstøðir og 4 sjógvalibrúk. Meira enn helmingurin av smoltframleiðsluni hjá alirisanum Bakkafrost kemur frá hesum øki. Harumframt 1/3 av alingini á sjónum. Økið skapar eitt útflutningavirði sum helst er væl omanfyri milliardina. Og hetta sigst at vera besta aliøki hjá Bakkafrost. Økið Norðan Fjall hevur tí dugnað landshúsarhaldinum og gjørt sítt til, at tað kann fløða í landskassan. Partafelagsskattur, vinningsbýtisskattur og tøkugjøld renna stútt í ”stóra pott”. Men nærum øll hesi almennu gjøld fara óskerd í landskassan. Møguligan umhvørvistrupuleika frá alivinnuni, kunnu lokalu kommunurnar sjálvar eiga og bera kostnaðin av. Tinganes metir ikki, at fólkið á hesum leiðum hevur uppiborið manssømilig kor, tí tey sum virka í vinnuni í hesum øki, seta dagliga lívið í váða. Landsstýrisfólk hava fyri opnari mikrofon sagt, at tað er ov vágið at gera nakað við 280 cm deyðsfellurnar nú. Tað má bíða nøkur ár.

Men aktiva vinnuøkið Norðan Fjall hevur tørv á veitingum. Bæði arbeiðsveitingar, tilfarsveitingar og orkuveiting. Av tí at orkunýtslan í økinum er økt munandi vegna økt vinnuligt virksemi, hevur verið mett, at neyðugt er við nýggjum kaðali, og myndugleikarnir hava ætlan um  partvíst at stongja tunlarnar fyri at leggja nýggjan el-kaðal. Hetta ber greitt boð um at økið Norðan Fjall ikki er nakar sovibýur ella sosial ghetto.

 

Framtíðin

Um tvey ár er koyrandi gjøgnum Skálafjarðartunnilin. Tá tekur túrurin Tórshavn – Klaksvík 35 min. og tað fer eisini at økja munandi um trýstið á ferðsluleiðina Norð um Fjall. Við øktari ferðslu økist eisini vandin fyri vanlukkum. Ein upphitaður búskapur økir eisini um bilatalið og ferðsluna. Heitur búskapur eigur tí ikki at vera ein grundgeving fyri at útseta eina bráneyðuga tunnilsgerð, men heldur ein góð grundgeving fyri at framskulda loysnina.

Men sambært meirilutaálitið frá rættarnevndini, so skal størsta deyðsfellan á føroyska landsvegakervinum varðveitast í mong ár afturat, áðrenn excel ørkini í Tinganesi geva loyvi til, at nakað munagott verður gjørt.

Í 2009 samtykt løgtingið at gera nýggjar tunlar Norð um Fjall. Men pengar blivu ongantíð játtaðir. Seinastu mongu árini eru tunlarnir settir aftast í bíðirøðina einar 5-6 ferðir. Og tað er nærum vorðin politisk siðvenja at útseta teir. Og í mun til fólkatalið tosa vit um eitt tað mest aktiva vinnuøki í øllum landinum.

Vit mugu bara vóna, at eingin ólukka hendir. Men við skjótt vaksandi ferðslu vaksa sannlíkindini fyri tí stóru vanlukkuni. Og hvussu verður politiski hugburðurin, um ein vanlukka hendir, og bjargingarlið fara at bera  líkposar úr trongu fjallasmogunum? Tað svarið kenna vit øll. Tá fáa vit eina føroyska útgávu av Kjærbøl gøluni. Tá verður ikki mark fyri eftirrationalisering og bakklókskapi. Tá verða almennar nevndir settar at kanna, hví trupuleikin ongantíð varð tikin í álvara.

Tá verður vælvildin frá Føroya Løgtingi eisini óavmarkað, men samstundis fáa vit fólksins og søgunar dóm yvir  ein politisktan hugburð, sum spældi hashard við mannalívum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Lýsing