Kanningarstjórin fríkennur landsstýrismannin í Fiskivinnumálum
Hóast kanningarstjórin staðfesti at prógv eru fyri at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, baði varð kunnaður um flyting av veiðuloyvum og varð ávaraður í einum uppritið av síni egnu umsiting - legði hon stóran dent á at landsstýrismaðurin undir avhoyringini hevði sagt, at hann sjálvur ikki uppfataði skriv frá embætisfólkunum sum eina ávaring og ikki givið sær fær um teldupost við kunning frá Vørn. Tí var hann í góðari trúgv tá hann kunnaði løgtingið.
Sambært júst kunngjørdu kanningini staðfesti kanningarstjórin, at Høgni Hoydal varð kunnaður um fluttu veiðiloyvini hóast hann segði seg einki kenna til málið í løgtingum. Men hon valdi at trúgva landsstýrismanninum, tá hann undir avhoyring segði seg ikki hava biti merki í teldupostin ella fata kunningina á slíkan hátt at hann átti at givið henni ans.
Hóast landstýrismaðurin og onnur sum hava úttala seg um málið um loyvið, sum var flutt frá línuskipinum, Helenu, til Slættaberg, hava sagt at hetta var í stríð við lóg um vinnuligan fiskiskap, varð niðurstøðan hjá kanningarstjóranum at hetta var fult í tráð við tær mannagongdir, sum eru grundarlag fyri viðgerini í fiskimálaráðnum.
Tí var tað fult lógligt at veiðiloyvi vóru flutt frá línuskipinum Helenu til uppisjóvarskipið Slættaberg.
Hon lat upp fyri at møguleiki er hjá reiðarríðnum hjá Slættabergi at krevja endurgjald frá landskassanum í samband við at fiskimálaráðið annuleraði loyvini.
Les niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum her
Meira at frætta seinri