Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjórin á Tjóðsavninum: Álvarsamt og óskiljandi at Klaksvíkar Kommuna ger seg inn á síni egnu fornminni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  30.04.2018 - 09:25 Tíðindi

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavnið Føroya, er skelkaður og stendur spyrjandi eftir at savnsmynduleikin kundi staðfesta, at Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt seg inn á elstu búsetingina í Klaksvík. Hetta er gjørt eftir at kommunan hevur byrjað útgrevstur á Akursmørk uttan at taka hædd fyri fornminnunum. Sambært tíðindaskrivið frá Kommununi sum var sent út 24. apríl er kommunan farin í holt við at grava út fyri einari nýggjari park á Akursmørk.

Tann 24. apríl sendi Klaksvíkar Kommuna út soljóðandi tíðindaskriv:

 

VAKRARI AKURSMØRK Í SUMMAR 

Partur av ovara Vágsbøi, sum eisini verður róptur Akursmørk, verður í framtíðini ein grøn og vøkur lund mitt í býnum.

Les meira her

 

Stjórin á Tjóðsavninum skelkaður

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, sigur at tey eru skelkað av framferðini hjá Klaksvíkar Kommunu.

- Tað er fullkomiliga óskiljandi at Klaksvíkar Kommuna ferð so illa við sínum fornminnum, at teir uttan nakað fyrilit eru farnir at grava har skrásett fornminnir eru.

- Klaksvíkar Kommunu er eisini fult upplýst um at økið er friðað. Norðoya Fornminnasavn hevur so seint sum í 2014 sent seinastu dagføringarnar inn til komununa av einum yvirlitið, sum nágreinar hvar í kommununi toftir og fornminnir liggja og sum vit sum myndugleiki hava skrásett.

- Álíkavæl setur kommunan eina gravkúgv at grava í kanska elstu búsitingini, sum er í økinum yvirhøvur.

- Kommunan átti sjávsagt at kanna tey kort og listar, sum vit hava latið teimum áðrenn byrjað var at grava í Akursmørk.  Høvdu teir gjørt tað, so kundu vit í samstarvi funni fram til haldgóðar loysnir.

- Øll fornminni eru friðað við lóg, og tí er arbeiðið nú steðga og so mugu vit finna út av hvat nú er at gera.

- Vit vita ikki enn hvussu stórur skaðin er, men tað er ein skandala at  slíkt hendur í sjálvum miðbýnum í Klaksvík.

- Annars er tað tíbetur ikki so ofta at vit fáa slík mál longur, tí flestu kommunurnar hava skilt, at tað er í teirra egna áhugað at varðveita fornminnini.

 - Vit hava onga heimild til at revsa nakran og tí verður einki gjørt við tann partin, men nú mugu vit kannað hvussu vit koma víðari. Møguliga skulu vit senda fornfrøðingar norður at kanna hvat liggur undir moldini. Eisini fara vit at kanna um tað er nóg mikið at vit seta fólk til at fylgja við útgrevstrinum.

  

Hava rent seg í laðingar

Helgi Michelsen, savnsvørður á fornfrøðideildini hjá Tjóðsavninum, var á ástaðisfundi við umboð fyri Klaksvíkar Kommunu í seinastu viku.

- Tá eg kom á staðið kundi eg staðfesta, at teir høvdu rakt við toftir og tann sum koyrdi gravkúnna greiddi frá at hann hevði sæð okkurt, sum líktist laðingum.

- Teir høvdu lagt eyr og grús omanyvir aftur, so vit kundu ikki síggja hvat tað var, sum teir høvdu funnið.

- Vit vita lítið og einki um hesar toftirnar, sum eru skrásettar og uppmerktar. Tað hevur ongantíð verið nakar útgrevstur júst har, men sambært Robert Joensen, sála, skulu fyrstu búsetingarnar í økinum hava verið júst har teir hava grivið, og tær búsetingarnar skullu sambært Robert Joensen verða eldri enn búsetingin í Vági.

- Á fundi við umboð fyri Klaksvíkar Kommunu kundi eg staðfesta at man var sera keddur um tað sum er hent, og teir máttu staðfesta at hetta var ein svipsari, sum ikki eigur at koma fyri. Teir hava havt allar upplýsingarnar um fornminnini tøkar.

- Nú royna vit at finna útav hvussu vit koma víðari. Nú er ov seint at eyðmerkja toftirnar við serligum radara, tí teir hava grivið í økinum, og tí mugu vit kannað um vit skulu fara í holt við at grava upp toftirnar ella um tað er nokk at seta ein fornfrøðing at fylgja útgrevstrinum. Men alt slíkt skal góðkennast av friðingarnevndini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum