Lýsing
Lýsing
Lýsing

Henrik Old: Lønin hjá stjóranum í Vága Floghavn lækkað 30.000 kr. um mánaða

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.05.2018 - 16:30 Politikkur Tíðindi

Í samband við stjóraskiftið í Vága Floghavn, bleiv avgerð tikin um at lækka lønina hjá stjóranum úr 90.000 kr. um mánaðin niður í 60.000 kr. um mánaðin. Landsstyrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, sigur at tað hevur týdning, at almennu leiðara lønirnar eru rímiligar og sambært honum eigur eingin hjá almennu Føroyum at fáa hægri løn enn løgmaður.

Norðlýsið skrivaði í gjár um stjóran í P/F Visit Faroe Islads, sum fær kr. 66.000,- um mánaðan við pensjón + 8.000 kr. sum nevndarlimur í almenna partafelaginum POSTA. 

 

Eingin eigur at fáa meira enn løgmaður

Fyri kortum sendi Samferðslumálaráðið út tíðindaskriv um ferðafólkagjaldi hjá Vága Floghavn, har boða varð frá:

 ...Í samband við stjóraskiftið er gjørt av, at lønin hjá stjóranum lækkar......

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum sigur soleiðis um avgerðina:

Fyrrverandi stjórin í Vága Floghavn fekk kr. 90.000,- um mánaðin og haldi eg at hetta er órímiligt. Tá vit settu nýggjan stjóra fyri kortum varð avgjørt, at seta lønina niður til kr. 60.000,- um mánaðin.
Eg haldi ikki at nakar almennur leiðari eigur at fáa hægri løn enn Føroya Løgmaður, og eg haldi at tað er sera týdningarmikið at vit halda lønarútreiðslurnar hjá tí almenna á einum sømiligum støði, sigur Henrik Old í stuttari viðmerking.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum