Marine Harvest Faroes hevur havt ársaðalfund
Roknskapurin fyri 2017, sum varð góðkendur á aðalfundinum, vísti eitt avlop áðrenn skatt á 140 mió. kr. Eginognin hjá felagnum er nú 605 mió. kr.
Tøkunøgdin hjá felagnum sveiggjar nógv frá ár til árs. Í 2017 var tøkunøgdin 5.980 tons ímun til 10.893 tons ári fyri.
Marine Harvest hevur í 2016 og 2017 gjørt íløgu fyri 100 mió. kr. í størri smoltstøð á Hellunum, sum var tikin í nýtslu í oktober í fjør. Fyrsti laksurin er farin av nýggju støðini og suður á Sandsvág í mars. Støddin á fiskinum var í miðal 1,2 kg, sum er størsti fiskur nakrantíð settur á sjógv í Føroyum. Ætlanin er, at hesin fiskurin longu skal takast aftur í oktober í ár.
Felagið hevur annars 2 økir at ala á. Annað er á Oyndarfirði og hitt í Sundalagnum Norður. Fiskurin á Oyndarfirði verður tikin nú í heyst. Sundalagið norður er tómt fyri laks og stórt smolt verður sett á sjógv í mai, sum ætlanin er at taka longu aftur í februar næsta ár. Íløgan í størri smolt viðførir, at fiskurin er styttri á sjónum enn fyrr. Hetta fer at lætta um lúsatrýstið.
Á aðalfundinum fór Ragnar Joensen frá sum nevndarformaður í felagnum. Nýggj nevndarforkvinna er Marit Solberg.