Lýsing
Lýsing
Lýsing

So er lambið í miðdeplinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.05.2018 - 15:34 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag var Norðlýsið ein sera áhugaverdan túr úti í grøv, har vit millum annað vitjaðu sílini hjá Árna Zachariassen og seyðahúsið hjá Levi.

Orsøkin til at vit funnu inn um gátt hjá Levi og hansara seyði var, at har ver komið eitt sera lítið lamb, sum ein gjólingur hevði lembt, helst ov tíðliga.

Hetta er minsta lambið eg havi sæð. Men hóast tað var lítið, so sýntist tað at klára seg sera væl, tí ongin trupulleiki var hjá tí at renna aftur og fram. Sjálvandi fekk eg nakrar myndir av tí saman við mammuni.

Eg og Árni vóru farnir inn í seyðahúsið sum óbodnir gestir. Men tað gekk ikki long tíð, so komu Levi og Ronnie stunandi inn við eini ær, sum júst hevði lembt og við lambinum hjá ærini. Veðrið var sera vánaligt uttanfyri í morgun, so hesir báðir garvaðu sjómenninir, ið hava seyðin sum “hjávinnu” fara um seyðin við sera mjúkari hond. Ærin og lambið skuldu inn í seyðahúsið hjá Levi, soleiðis at tað kundi blíva turt á skinninum nakrar tímar, so mettu teir báðir at tað saktans kundi klára seg úti fyri rest.

Við sínum sterku armum tók Levi síðani hetta pinkulítla lambið hjá sær, og byrjaði at geva tí at eta. Gjólingurin hevði enn ikki funnið útav at geva tí nóg mikið, so neyðugt er, at Levi tekur sær av tí eina tíð afturat helst. Tó, gjólingurin hevði nógva mjólk, vóru sjómenninir og “bøndurnir” samdir um, so tað skuldi nokk eisini fara at koma undan.

Árni Zachariassen, ið eisini hevur sína inntøku á sjónum, fæst eisini við seyð har á leið, tí er hann fastur fúsur eisini í seyðahúsinum hjá Levi, har teir títt fáa eitt prát saman. Men umframt seyð, so hevur hann eisini annað livandi at taka sær av, men meira um tað seinni.

Í hesum døgum fyllir seyðahaldið nógv hjá monnum og kvinnum, ið fáast við hendan vinnuvegin. Veðrið er ófantaligt, nú lembingin er um at vera av. Tað er ikki óvanligt at so er, tí vit eiga málburðin um “lambasprænin”, tá tosað verður um vetrarligt veður hesa tíðina av árinum.

Um nakrar fáar dagar kemur framúr vakri fuglurin ternan til landið, og tá hon reiðrast verður tosað um “Ternusnert”, so summarið er ikki heilt komið enn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skipað avmyndan av verkum eftir listaman…
Almenn móttøka – Gomlu lækna­hús­ini tikin…
Føroysk Miðlafólk fjølgast
Latið pensjónistar­nar hava frið
Veðrið í vikuni
Planta eitt træ
Berøa-kórið syngur í Betesda sunnukvøldi…
Norð­búgvin TN 28
Lovorð til Leivur
EM byrjar í Klaksvík
Andstøðan stóð saman, samgongan ikki
Fiskimála­ráð­har­rin og Pontius Pilatus
Tað er ikki nógvir útróðrarmenn eftir í…
Nýggir kavarar klárir
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Ester Skála á Summar Festival
Gloym meg ei - Stuðuls­konsertin 2025
Landnyrðings­føroyar – tapara- og vinnara…
Svartkjaftastovnu­rin í minking
Sálarligur harðskapur, tráfylging og ága…