Lýsing
Lýsing
Lýsing

Posta hevði yvirskot 5. árið á rað

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.05.2018 - 12:43 Tíðindaskriv Vinna

Í 2017 vaks sølan við 6% og samlaða sølan var 102,3 mkr. Hóast brævamongdin er fallandi, hevur felagið megnað at økt um søluna á øðrum vinnuøkjum.

Rakstraríkastið, úrslitið áðrenn avskrivingar (EBITDA) var 12,4 mkr, sum svarar til 12,2% av søluni. Samanborið við aðrar fyritøkur í hesari vinnu, er eitt rakstraríkast á hesum støði nøktandi. Úrslitið fyri skatt er 4,2 mkr. 115 ársverk vóru í Posta í 2017.

Posta gjørdi stórar íløgur í 2017, og dagføringin av høvuðssætinum á Óðinshædd var tann størsta einstaka íløgan. Umleið 50 mkr eru brúktar til at dagføra bygningin, soleiðis at hann nú er sum nýggjur og eitt prýði fyri felagið.

Hækkandi søla og hækkandi lønsemi er grundað á tað miðvísa arbeiðið, sum er gjørt í felagnum at laga felagið til broyttu fortreytinar á marknaðinum. Talið á brøvum er fallandi og væntast at falla enn meira, nú Talgilding Føroya fer at virka. Bankarnir hava boðað frá, at teir gevast at senda brøv á heysti 2018. Hóast stórt fall í umsetninginum av brøvum seinastu nógvu árini, væntar Posta, at annað virksemi veksur tilsvarandi ella meira, eins og gongdin hevur verið higartil.

Posta hevur havt ein dyggan vøkstur í frakt í 2017. Áhaldandi søla, stinn marknaðarføring, sporbæri og dygdargóðar tænastur eru orsøkirnar til vøksturin. Í 2017 fór Posta saman við Atlantic Airways, SAS og Bakkafrost at flúgva laks av landinum, og virksemið hjá Posta Logistics í Danmark er vaksandi til aðrar marknaðir enn tann føroyska. Posta væntar framhaldandi vøkstur innan frakt í 2018.

Flestu bygningar eru seldir. Bygningarnir á Óðinshædd og á Tvøroyri eru enn ogn hjá Posta. Í Klaksvík og Runavík leigar Posta part av bygningunum aftur.

Út frá tilgongdini, arbeiðinum og úrslitunum seinastu árini og út frá framtíðarvánunum, verður hildið hetta er rætta løtan at einskilja felagið.

Úrslitið fyri 2017 er nøktandi. Felagið væntar yvirskot eisini í 2018. 

Í nevndini sita:
Andras Róin, formaður

Reidar Nónfjall, næstformaður

Jóna Olsen, nevndarlimur

Guðrið Højgaard, nevndarlimur

Bjarki Poulsen, starvsfólkaumboð

Jóannis Iversen, starvsfólkaumboð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum