Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tvær víkingatoftir liggja við Borðoyavík. Onnur liggur niðri í Toftum, skamt frá bátahylinum og hin toftin stendur úti í Grøv, mitt í okkara vakurt plantaða frílendi. Tað er púra upplagt, at vit skulu gera nakrar íløgur í hesi fjaldu mentanarminnini. Kommunan eigur at byggja eitt víkinga-vitjanarstað, eins og gjørt er nógva staðni uttanlands, í tilknýti til mentanarminni. Vitjanarstaðið kundi verið bygt í tilknýti til økið úti í Grøv. | Mynd: Reimund Langgaard

Býráðið eigur at hava eina ferðavinnunevnd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.05.2018 - 20:22 Leiðarin Tíðindi Vinna

Eins og Klaksvíkar Býráð hevur eina trivnaðarnevnd, eina tekniska nevnd, eina fíggjarnevnd og eina mentanarnevnd, eigur ein ferðavinnunevnd at verða sett á stovn at taka sær av teimum avbjóðingum og møguleikum, sum fylgja við at ferðavinnan er í støðugum vøkstri.

Vit síggja hvat ferðavinnan elvir til av bæði positivum og minni positivum aðrastaðni í landinum, og har tað er minni positivt, er orsøkin næstan altíð, at myndugleikarnir á staðnum hava verið ófyrireikaðir. Óneyðugt er at tríva í dømið við Saksun enn einaferð, tí vit hava sjálvi onkur óheppin dømi í nærumhvørvinum, eitt nú við ferðasambandinum til Kalsoyar. Bæði Mykines, Nólsoy, Hestur og Koltur hava verið í líknandi støðum.

Við at havt eina ferðavinnunevnd, kundu vit fyribyrgt at trupulleikar stungu seg upp, og tá teir kortini stungu seg upp, so kundu nevndin viðgjørt teir skjótt og effektivt.

Ferðavinnan í Norðoyggjum hevur verið drivin av undangongufólkum sum Oliver Joensen, Anniku Petersen, John B. Hansen, sála, og Christiani Olsen, sála, sum løgdu lunnar undir m.a. Norðoya Kunningarstovu, og tíðin er komin at ferðavinnan fær sína egna politisku nevnd í Klaksvíkar býráð. 

Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands hevur upplýst at ferðavinnan umsetur fyri 700 mió. krónur um árið og málið er at røkka milliardini í 2020. Norðoyggjar mugu syrgja fyri at fáa lut í hesum nýggju og spennandi vinnumøguleikunum. 

 

Samskipan er neyðug

Vit hava mong dømi um fornminni í Norðoyggjum. Ikki minst í Klaksvík sjálvari og nær við, har búseting hevur verið síðani víkingaøldina. Úti í Grøv eru (minst) 2 víkingagravir, har onnur hoyrir til bygdina í Uppsølum. Varð borið rætt at, kundu tær blivið til stórar turistattraktiónir. Men neyðugt er, at býráðið hevur onkran, sum kann fara í dialog við landsmyndugleikarnar um hetta, tí økið sorterar undir teimum. Og vit vita av ringu royndunum við Vágsbøi, at landsmyndugleikarnir ikki fara til verka av sær sjálvum.

Vit fáa alsamt fleiri attraktiónir í Norðoyggjum. Kópakonan í Mikladali er vorðin eitt satt trekkplástur, garðurin hjá Nólsoyar-Pálli fer ivaleyst eisini at vera tað, húsini hjá Trølla-Pæturi beint við eru til børnini, eins og fornminnini og lundin á Vágsbøi eisini væl kunnu samskipast. Men neyðugt er at kommunali myndugleikin hevur eina yvirskipaða ætlan um øll hesi tingini.

Ferðavinnan eigur at verða umsitin meira miðvíst og skipað, heldur enn at hon reikar ímillum hinar nevndirnar uttan nakran yvirskipaðan ferðavinnupolitikk ella nakað haldfast at halda seg til. Tað er ikki minst av týdningi fyri borgaran, aktørarnar ella ferðamannin, sum eisini hevði fingið eitt stað at vent sær til.

 

Hugsa stórt

Vit eiga fleiri fjaldar dýrgripir í Norðoyggjum, sum enn ikki verða gagnýttir. Og vandi er fyri at vit liggja sjóvarfallið av okkum, um vit ikki handla. Til dømis fór ein filmsverkætlan hjá Zachariasi Hammer fyri skeytið, ið hevði við vraklutir frá 2. heimsbardaga á Lokka omanfyri Norðdepil at gera, tí Krígssavnið kannaði sær lutirnar. Tá teir bara liggja og ongin lokalur myndugleiki ger nakað, er verri at argumentera fyri at onnur ikki skulu sleppa at brúka teir.

Omanfyri Árnafjørð liggur túsundáragamli tingstaðurin á Køtlum, sum saktans kundi blivið eitt væl vitjað ferðamál, um bara ein gøta ella ein lítil vegur varð gjørdur hartil. Og Norðoyggjar hava flestar útdeyðar bygdir í Føroyum – Skarð, Blankskála, Strond og Skálatoftir. Allar við potentiali.

Ferðavinnunevnd

Um ein ferðavinnunevnd verður stovnað undir býráðnum, er ivaleyst fyri hana at tríva í. Umframt at samskipa ferðir til attraktiónirnar í kommununi, kundi hon eisini staðið fyri viðlíkahaldi av teimum, samskift við landsmyndugleikarnar, og verið bindilið til kunningarstovu, “tour operators”, staðkend fólk, gistingarmøguleikar, matstovuvinnu v.m.

Men tað er umráðandi, at hetta verður gjørt skjótt. Bæði fyri at fyribyrgja óhepnum støðum, sum vit hava sæð, og fyri ikki at liggja sjóvarfallið av okkum, sum vit eisini hava sæð.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund