Landsstýrismaðurin framvegis ímóti at Visit Faroe Islands virkar sum partafelag
Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum hevur onga viðmerking til at hann góðtók at hækka lønina hjá stjóranum í P/F Visit Faroe Islands 125.000 kr. árliga, men heldur framvegis tað verða skeivt at virksemið hjá Visit Faroe Islands, er skipað í einum almennum partafelag.
Norðlýsið skrivaði fyri kortum m.a. soleiðis um lønarviðrskiftini hjá stjóranum í F/F Visit Faroe Islands:
…. Sum løgtingslimur var Poul Michelsen harðliga ímóti at Visit Faroe Islands varð skipað sum alment partafelag og undir tingvigerðini kallaði hann m.a. ætlanir hjá fyrrverandi landsstýrismanninum Johan Dahl, fyri “....junks” at lata nøkrum persónum almennar pengar at játta til hvønn annan....”. Men bert 33 arbeiðsdagar eftir at Poul Michelsen, varð vorðin landsstýrismaður valdi hann at geva stjóranum í almennum partafelag eina lønarhækking á góðar kr. 125.000,- við afturvirkandi kraft….. (Les meira her)
Eftir at hava havt greinina til viðmerkingar í meira enn eina viku, sendi landsstýrismaðurin okkum hesa viðmerking í morgun:
- Tá lógin var fyri var eg ímóti at skipa Visit Faroe Islands sum partafelag m.a. tí at inntøkurnar hjá partafelagnum í heilt stóran mun koma frá almenna kassanum. Eg atkvøddi sum ein av 9 ímóti: Stórur meiriluti var tó í tinginum fyri at skipa VFI sum partafelag í vónini um , at privata inntøkulutfalli vildi vaksa sum frá leið og soleiðis VFI vildi lúka treytirnar í P/F lógini.
- Eg havi ikki broytt meining síðan tá, men viðurkenni at løgtingið, við stórum meiriluta, hevur samtykt at VFI skal rekast sum eitt P/Fog tað haldi eg meg til. Serliga nú vit eru í eini sera týðandi tilgongd.”
Lønarhækkingin partur av eini longri tilgongd
Vinnumálaráði skrivar annars soleiðs í svarið til Norðlýsið í morgun:
Løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2014 um P/F Visit Faroe Islands § 5 regulerar starvsfólkaviðurskiftini ísv. at ferðaráð Føroya verður umskipað til P/F Visit Faroe Islands.
Sbrt. § 5 yvirtekur P/F VFI tey rættindi og tær skyldur mótvegis starvsfólkunum hjá Ferðaráðið Føroya, sum sambært sáttmála ella serligari avtalu um lønar- og setanarviðurskifti eru yvirtøkudagin.
Stjórin var settur í starv 1. mai 2012 og varð stjórin løntur í 37. lønarflokki eftir avtaluni við Tænastumannafelag Landsins. Tað er hesa lønarflokking sum P/F VFI hevur yvirtikið.
§ 3, stk. 5 ásetur at landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýning til nevnd og stjórn.
Umbønin um umflokking varð latin Vinnumálaráðnum 28. mai 2015. Stjórin hevði tá verið í starv í 3½ ár. Málið varð avgreitt í september 2015. Orsaka av m.a. summarferiu og at val varð útskrivað varð málið ikki avgreitt fyrr enn í september 2015.
Løn við afturvirkandi kraft:
Málið um umflokking var fyrisitingarliga avgreitt í september 2015 og er hetta orsøkin til at umflokkingin er galdandi frá september 2015.
Umstøðurnar blivu soleiðis, at málið byrjaði undir einum øðrum landsstýrismanni men var málið ikki endaliga viðgjørt og avgreitt fyrr enn eftir at nýggjur landsstýrismaður var settur.
Gjørt tveir setanarsáttmálar við partafelagið
Hóast Vinnumálaráðið sigur at lønarhækkingin hjá stjóranum í P/F Visit Faroe Islands er partur í einari longri tilgongd, er greitt at stórin hevur havt tveir sáttmálar við partafelagið.
Tann fyrsti sáttmálin var undirskrivaður av Johan Dahl tann 5. februar 2015 og ískoytissáttmálin, sum hækkar lønina hjá stjóranum kr. 125.000,- árliga er undirskrivaður av Poul Michelsen tann 21. november sama ár.