Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er av heimasíðuni hiking.fo sum Pól Sundskarð rekur. Á Hiking.fo ber til at bóka og gjalda fyri túrar í fjøllini við ferðaleiðarum. Pól Sundskarð segði í útvarpinum fríggjakvøldi, at lokaløkini mugu fáa peningin, sum fæst burturúr. | Mynd: hiking.fo

Vil Visit Faroe Islands skúma róman av útjaðaranum?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.06.2018 - 18:30 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Visit Faroe Islands skapar í løtuni neiligar yvirskriftir um stjóraløn við afturvirkandi kraft, og gjørdi seg fyrr í ár “óheldiga bemerkt” við at leggja sína menningardeild fyri føroyska ferðavinnu – í Tórshavn! Á staðnum, har ferðavinnan júst ikki hevur brúk fyri menning, sæð í mun til onnur økir í landinum. Og nú eru tey so frammi og vilja hava lut í gjaldinum til hagastýri fyri ferðaleiðara og fyri at ganga í haganum.

Í útvarpstíðindunum fríggjakvøldið meldaði Visit Faroe Islands so út, at tey ynsktu at gjøld fyri at ganga í haganum skuldu ásetast og innkrevjast sentralt, og so skuldi miðsavnaða eindin taka sær av at fordeila tað útaftur. Við øðrum orðum: Tórshavn skal taka gjøldini, taka bróðurpartin burturav, og so skulu tey sum bera allar útreiðslurnar og arbeiðið av ferðavinnuni, býtast um molarnar.

Sum er í dag, fer Havnin nógv tær flestu inntøkurnar av ferðavinnuni. Tað er har, flestu cruiseskipini koma og gjalda pening til Tórshavnar Havn. Hesir cruiseturistar gjalda ein all inclusive-prís, og eta tí allar máltíðir umborð, eins og tey gista umborð. Er neyðugt við matpakka, fáa tey hann eisini við sær úr einari av matstovunum umborð. Síðani gera tey kanska útferðir til bygdirnar í Føroyum, men leggja ikki eina krónu eftir seg har. Tórshavnar Havn fær sostatt einasta ágóðan av cruiseturistum.

Her hevur Visit Faroe Islands ikki skotið upp at krevja havnargjøld upp og býta tey út aftur.

Við ferðafólki loftvegis stendur eitt sindur frægari til. Har gista og eta tey gamaní í Føroyum, men aftur har eru tað fyrst og fremst hotellini og matstovurnar í Tórshavn, sum fáa ágóðarnar. Tey standa eisini á tremur alla summarhálvuna. Úr øðrum europeiskum miðstøðum kenna vit eitt slag av turistskatti, har nakrar evrur verða lagdar omaná rokningina.

Hevur hevur Visit Faroe Islands ikki skotið upp at krevja hotellskatt upp og býta hann útaftur.

Men nú, tá Mykines, Viðareiði og onkur afturat hevur funnið uppá at krevja eina samsýning afturfyri loyvi at ganga í haganum og fyri ferðaleiðara, ja, so er Visit Faroe Islands frammi og vil hava at hetta gjaldið skal uppkrevjast í Tórshavn. Uttan at tey nevna tað, er ætlanin ivaleyst at umsitingin har skal hava eitt ávíst administratiónsgjald ella “overhead” burturav, og síðani skal tað sum er eftir “allernådigst” tilfalla teimum, sum gera arbeiðið og hava útreiðslurnar.

Hagastýrini í Viðareiði, í Nípuhaga og í Mykinesi eru longu komin langt áleiðis við at áseta stødd av gjaldi, endamálsorðing, og hvat ætlanin er at brúka peningin til. Tey hava ymiskar ætlanir, m.a. til at gera eina gøtu, ein til grunn, og til ferðaleiðarar. Tørvirnir og ætlanirnar eru sostatt ymisk, og at Visit Faroe Islands nú kemur sum ketta úr høvdatrogi og vil hava standardiseraðar loysnir, sum eru snikkaðar til í miðstaðarøkinum, er ikki at kenna sína vitjanartíð.

Tað er løgið at Visit Faroe Islands, sum herfyri tók ta heilt óskiljandi avgerðina at leggja sína menningardeild í Tórshavn, og sum onki hevur sagt um nakran býtislykil av havnargjøldunum hjá cruiseskipum ella einum møguligum hotellskatti, har nógv tann størsti parturin av pengunum fellur niður í Tórshavn, nú bráddliga skal sýna so stóran áhuga í teimum fáu krónunum, sum hagastýrini vilja hava í samsýning afturfyri stríðið av ferðafólki. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap