Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gamligarður handaður Kunningarstovuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.06.2018 - 06:30 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Jógvan Skorheim, borgarstjóri handaði í dag Elsu Poulsen, leiðara á Visit Norðoy gistingarhúsið í Svínoy – Gamlagarð – at umsita vegna kommununa.

Tað var ein ovurfegin borgarstjóri, sum í dag vitjaði í Svínoy, har Útoyggjastevna er á skránni leygardagin. Eyðun Jacobsen er nevndarlimur í Svínoyarnevnd Býráðsins og harumframt staðbundin maður hjá kommununi í oynni, og hann tók ímóti í Gamlagarði, har hond nú verður lagt á seinastu snøklarnar við innrætting og øðrum.

Byggiverkætlanin Gamligarður hevur vart í nógv ár, og seinastu tíðina er nógv lagt fyri at fáa húsið klárt til summarið og tað nógva ferðvinnuvirksemið, sum fylgir við hesi árstíðini. Í dag stendur bygningurin so at siga klárur at taka í nýtslu. Gamligarður er innrættaður við átta kømrum, stórum felagsrúmi og køki. Upp til fýra sovipláss eru á hvørjum kamari, og hvørt kamar hevur eisini egið wc og bað. Sostatt fáa upp til 32 fólk gist í Gamlagarði í senn, og hetta ger bygningin sera væl hóskandi til eitt nú starvsfólka-, bólka- og felags familjutúrar.

- Kenslan av endiliga at vera komin á mál við Gamlagarði er heilt einastandandi. Húsið stendur snøgt og væl í bygdini, og karmarnir eru av besta slag, og eg eri fullvísur í, at hetta er tilboð, sum nógv kunnu hava áhuga í. So hetta er eitt stórt framstig, ikki bara fyri ferðavinnuna í oynni, men fyri Norðoyggjar sum heild, tí hetta víðkar um møguleikarnar í bygdini og hækkar samstundis um støðið á tilboðum og tænastum í Norðoyggjum yvirhøvur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Vegna Klaksvíkar kommunu handaði hann í dag Elsu Poulsen, leiðara á Visit Norðoy Gamlagarð at umsita vegna kommununa. Kunningarstovan fer sostatt at umsita bíleggingar og tilboð í Gamlagarði, og verður hetta nú skipað í samráð við bygdafólkið í Svínoy. Umsitingaravtalan millum kommununa og Visit Norðoy er í fyrsta umfari galdandi í eina royndartíð uppá eitt ár, áðrenn skipanin verður eftirmett.

Í Svínoy eru fyrireikingarnar til Útoyggjastevnuna væl og virðiligar byrjaðar, og nýggjasta frambrotið í bygdini verður karmur um fleiri áhugaverd tiltøk á skránni. Fyrsta almenna tiltak í Gamlagarði yvirhøvur verður ókeypis morgunmatur kl.9, og síðan er aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum á skránni. Aðalfundurin byrjar leygarmorgunin kl. 10.30.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum