Lýsing
Lýsing
Lýsing

Faroe Islands Translate vunnið heiðursløn á Cannes festivalinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.06.2018 - 08:59 Tíðindaskriv

Annað árið á rað hevur eitt marknaðarføringsátak hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands vunnið eina heiðursløn á Cannes Festival of Creativity.

Faroe Islands Translate hevur vunnið eina Cannes Lions bronsu innan PR.

“At vinna eina Cannes Lions heiðursløn einaferð er nakað heilt serligt, men at vinna annað árið á rað er óveruligt. Hetta er ein stórur heiður og vit fegnast saman við øllum føroyingum um, at átakið eydnaðist so væl, sum tað gjørdi. Ein stór tøkk til øll tykkum, sum hjálptu við at týða til føroyskt. Tit eiga øll ein leiklut í hesum heiðrinum,” sigur Levi Hanssen, content manager hjá Visit Faroe Islands.

At vinna leyvur í Cannes er tað størsta, ein kann vinna innan marknaðarføring í heiminum. Yvir 35.000 tilmeldingar vóru til ymisku bólkarnar í ár.

Umframt Cannes Lions heiðurlønina, hevur Faroe Islands Translate átakið frammanundan vunnið ymiskar heiðurslønir á World Media Awards, D&AD, Danish Digital Awards og Creative Circle.

Fleiri enn 1.4 mió ferðir bóðu fólk úr 181 ymiskum londum um at fáa orð og setningar týtt til føroyskt. Mett verður, at Faroe Islands átakið hevði eitt PR-virði á umleið 200 mió. krónur.

Faroe Islands Translate átakið er ment saman við lýsingafyritøkunum Sansum úr Føroyum og Mensch úr Danmark.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum