Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag | Mynd: kvf.fo

Reiðarafelagið stevnir fyri brot á frælsa samráðingarrættin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.06.2018 - 00:13 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Føroya Reiðarafelag hevur tann 21. juni 2018 latið Føroya Rætti eina stevning ímóti Føroya Landsstýri fyri brot á frælsa samráðingarrættin. Kravið hjá Reiðarafelagnum er, at lógarásetingar, sum ikki virða felagsins rætt at gera sáttmálar á tí privata arbeiðsmarknaðinum, verða dømdar at vera ógildugar.

Reiðarafelagið hevur fleiri ferðir áður víst á, at ávísar ásetingar í lóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir ávísum fiskasløgum í 2016 og 2017 vóru brot á frælsa samráðingarrættin, og felagið hevur eisini talað at hesum. Stevnt verður ikki eftir eini peningaligari upphædd, men rætturin skal taka støðu til, um talan var um brot á tann frælsa samráðingarrættin.

Talan er ítøkiliga um tær ásetingar, sum staðfesta, at gjald fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, ikki kann dragast frá søluvirðinum, tá ið hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini. Hetta varð eftir felagsins tykki gjørt í grein 7, stk. 2 í lóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir ávísum fiskasløgum í 2016 og 2017. Talan er í hesum føri um ávísar ásetingar í einum ávísum sáttmála, sum vórðu settar úr gildi við lóg.

Reiðarafelagið ynskir sum arbeiðsgevari at verja tann frælsa samráðingarrættin, sum er staðfestur í Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Hetta fyri at tryggja, at felagið kann samráðast og gera sáttmálar við manningarfeløgini uttan ítøkilig inntriv frá landinum.

Reiðarafelagið hevur áður boðað landsins hægstu myndugleikum frá, at málið fór at vera latið Føroya Rætti til støðutakan, og tað er nú gjørt vegna alt felagið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…