Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð - Ólavur Hátún

SKRIVAÐ: Andrea Heindriksdóttir  |  02.08.2018 - 02:20 Tíðindi

Beint fyri Ólavsøku komu boðini, at Ólavur Hátún var farin.

Ólavur Hátún

(17.februar 1931 - 25.juli 2018)

Ikki komu deyðsboðini óvart á, tí seinastu tíðina hevur Ólavur verið veikur, sjálvt um virkishugurin var til staðar til tað seinasta.

Nú Ólavur fór um sýn, koma kenslur og tankar náttúrliga fram í okkum, sum starvast í Tórshavnar Musikkskúla.

Vit sita eftir við einum tómrúmi, sum vit í hesi sváru støðu illa kunnu ímynda okkum, skal fyllast aftur.

Alt lívið stríddist Ólavur fyri at menna sangin og tónleikin í Føroyum. Alskyns verkætlanir stóð hann á odda fyri, bæði stórar og smáar.
Umframt alskin til kórsang, fylti musikkskúlin nógv í hansara hugaheimi og virki.
Ólavur bardist fyri at fáa skipaða musikkundirvísing í Føroyum, og fyrst í áttati árunum bar á mál. Musikkskúlin hevur síðani ment seg nógv, og tað eigur Ólavur stóran lut í.

Henda dagin jarðarferðin var, legði ein grind beinini í Sandágerði, og býurin var eisini merktur av Ólavsøkuni og øllum tí lívi og virki, sum er í sambandi við tjóðarhátíðina.
Tað kom mær til hugs, at júst hettar rokaliga, sum merkti henda dagin, er ímyndin av Ólavi og av tí virkisfýsni, sum Ólavur legði fyri dagin. Einki var óført, og alt bar til.

Ólavur var framfýsin og hugsjónarligur. Hann fylgdi væl við í tí, sum leikaði á, og var eisini javnan og vitjaði okkum á Frúutrøð.
Altíð klárur við onkrum nýggjum hugskoti, og annars hugvekjandi at práta við. Afturvið einum góðum kaffimunni komu allar søgurnar fram, og líka til tað seinasta hevði hann ymsar ætlanir, sum hann umrøddi og legði fram fyri okkum.

Fleiri okkara, sum starvast í musikkskúlanum í dag, minnast hansara tíð sum musikkskúlastjóri. Átøkini hesi árini vóru nógv og framskygd, og vaks musikkskúlin úr næstan ongum, til musikkskúlan vit kenna í dag.
Hansara stríð og strev at fáa musikkskúlan settan á stovn, er eitt avrik, sum vit við takksemi minnast Ólav fyri. Eisini her var hann undangongumaður.

Ólavur hevði nógv tøtt tónleikasambond úti í heimi.
Millum annað hevði hann tætt sambandi við ungarsku Szilvay brøðurnar, sum dagliga starvast í Helsinki. Ólavur skipaði so fyri, at Szilvay brøðurnar fleiri ferð vitjaðu í Føroyum, bæði fyri at undirvísa og spæla konsertir.
Ólavur setti saman við Skúlanum á Fløtum við Hanusi Joensen á odda, tónleikaskipanina Litir í Leiki í verk, við fyrimynd í arbeiðnum hjá Szilvay brøðrunum. Soleiðis fáa nógv børn í dag ágóðan av hesi serligu skipan, sum nú eisini verður brúkt aðrastaðni í Føroyum.
Hugurin at bróta upp úr nýggjum lá ikki fjart frá Ólavi, hann stóð ikki í stað, men var altíð áveg fram.
Hann hevði altíð málið fyri sær. Hann arbeiddi við dirvi og árræði, og soleiðis helt hann óttaleysur leiðina fram móti málinum. So títt og knapt málið var rokkið, setti hann sær nýtt fyri.

Fyri kortum var reisigildi í nýggja musikkskúlanum við Landavegin. Ólavur var sjálvandi til staðar, og var glaður um at musikkskúlin nú fekk góðar umstøður at virka.
Myndin av Ólavi er frá reisigildinum fyrst í juni mánaði í ár, og eygnabráið lýsir Ólav so væl, hugsunarsamur og árvakin.

Trúgvur var hann at koma til konsertir, eisini tær í musikkskúlin skipaði fyri, og ofta hevði hann á orði, hvussu glaður og takksamur hann var fyri hesi ungu, sum fingust við tónleik, og harafturat vóru so sera dugnalig í tónleiki.

Seinastu tíðina vóru prátini við Ólav merkt av, at lívi fór at ganga undan, og greitt var, at Ólavur var glaður og nøgdur um at tað, sum hann saman við øðrum hevði lagt lunnar undir í musikkskúlahøpi. At alt hettar stríðið nú bar frukt, og at okkara ungu nú eisini gjørdu vart við seg uttanfyri landoddarnar.

Ólavur stendur fyri okkum sum ein fyrimynd, sum hevur víst í verki at tað man brennur fyri, og setur sær fyri, nær man, um man vil tað av fullum hjarta.

Vit í Tórshavnar Musikkskúla minnast Ólav við gleði og takksemi, og vit drýpa høvur og syrgja saman við tykkum, sum stóðu Ólavi nær.

Friður verður við minni hansara.

Tórshavn 1. august 2018

TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLI

Andrea Heindriksdóttir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dáin 35 ár
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…