Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein vinur farin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.08.2018 - 11:44 Mentan Politikkur Tíðindi

Í morgun frættist at Heini O. Heinesen, fyrrverandi bygdaráðsformaður, løgtingsmaður og formaður í Tjóðveldisflokkinum er farin. Heini gjørdist 80 ár og alt sítt almenna lív í lokal- og landspolitikki varð hann eyðkendur, sum ein støðufastur og heiðurligur politikari.

Heini O. Heinesen, var ein sera fjøltáttaður persónur, sum fyrst og fremst var eitt sera hjartaligt og gott menniskja. Hann segði tingini sum hann sá tey og hevði onga krógvaða dagsskrá. Sum bygdaráðsformaður í Kunoy, og seinri sum løgtingslimur vann hann sæman við øðrum stíðið, at fáa tunnil til Kunoyar og brúgv um Haraldssund.
 
Hann gjørdist formaður í Tjóðveldisflokkinum og førdi flokkin til sigurs á løgtingsvalinum 1998 tá flokkurin fekk sína stødd, sum hann hevur havt síðani.
 
Hann brendi fyri nærumhvørvinum  og fiskivinnupolitikkinum.
 
Einki mál var ov lítið ella og stórt fyri Heina og hvørjaferð okkurt mál var framt var hann líka fegin. Í hesum sambandi datt eg um eitt video brot, sum eg filmaði við fartelefonini tá reinsverkið í Haraldsundi varð liðugt, og Heini sera fegin vísti tað fram fyri lesarunum hjá Norðlýsinum. Hann legið stóran dent á at ansa væl eftir fíggjarliga hjá kommununi, og tað hoyrist eisini í samrøðuni.(Sí niðanfyri)
 
Hóast hart leikaði á kring Heina tá landstýrið við hansara egna flokki landsstýrinum við einum pennastroki ætlaði at skerja øll veiðurættindi 50%. So stóð Heini fast við sína egnu sannføring, eins og skrivað stendur í stýrisskipanini, sum einasta kravið til løgtingslimir, og feldi uppskot frá sínum egna landsstýrið.

 
Hóast hann eftir hetta fekk tað trupult í nýggja Tjóðveldi og har hann als ikki kundi foreina seg við nýggju fiskipolitisku kósina, var hann virkin líka til endan av tíð síni sum løgtingsmaður.
 
Allar sínar dagar var Heini O. Heinesen Tjóðveldismaður og vit minnast Heina sum tann heiðursmann hann altíð var.
 
Tá formannskapurin hjá Løgtinginum og Fólkatinginum  vitjaði í Kunoy var eg við og tók nakrar myndir og tað sást týðiliga á myndunum hvussu stoltur Heini var at vísa fram sína heimbygd og hvussu áhugaðir donsku topp politikararnir vóru at tosað við Heina.

Heini var Tjóðveldismaður líka til endan, og á vegginum í kamarinum hjá honum hekk eitt serligt heiðursbræv hann fekk frá Klaksvíkar Útróðrarfelag. Hetta heiðursbrævið, sum varð handað honum á Føroya Sjómannadegi, tá hann var formaður í løgtingsins vinnunevnd, kundi Heini tey seinru árini dvølja við og umrøða við einum smílið.
 
Hóast vit politiskt ikki vóru í sama borði, kendi eg Heina sum ein vin eins og flest øll kendu Heina O. Heinesen.
 
Má Harrin troysta tykkum sum eftir sita.
 
Æra verður minnið um Heina O. Heinesen.
 
 

reinsiverki í kuno from Norðlýsið on Vimeo.

Cc
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch