Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í kvøld er STÓR fiskikapping og STÓRT vatnkríggj

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.08.2018 - 09:40 Mentan Myndarøð Tíðindi

Stóra fiskikappingin fyri børn, í og undir skúlaaldri byrjar á Kósabrúnni í kvøld kl. 18. Og klokkan 19 leggja skip og bátar at bryggju á Kósabrúnni og børn og vaksin sleppa umborð at luttaka í vatnkrígginum, sum verður á Vánni. ØLL Í BJARGINGARVESTI SJÁLVANDI.

FRÍGGJADAGIN 17. AUGUST

18.00
Fiskikapping á Kósabrúnni

Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni.
Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og góðgæti.
Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini fáa fríbilett til Cirkus Baldoni og tinganes frá Damfar. Vinnarnir verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 18. august.

 
19.00
Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip
Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum.
Silgt verður í ring inni á vánni og kríggið endar tá Sjóverjuskipið Brimhil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðurin.
 
TRYGDARBOÐ:
Allir bátar skullulurta á VHF-inum á Kanal 6.
Silgt verður móti klokkuni runt sjóverjuskipið Brimil
Um Brimil blæsir í lúðurin (eitt langt floyt) undir vatnkrígnum, skullu bátar og skip leggja stilt beinan vegin. Brimil blæsur í gongd aftur við tveimum stuttum floytum. 
Vatnkríggji endar við at Brimil heilsar tríggjar ferðir við lúrðinum
ØLL SKULLU VERÐA Í BJARGINGARVESTI.
Øll sløg av skipum og bátum kunnu luttaka í vatnkrígnum. Tey sum ætlað at luttaka verða vinarliga biðin um at boða frá við at ringja til Eyðstein Poulsen, tlf. 217014.
 
Kaptain Gardar Vatnkríggj
Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggj fyri smærri børn og teimum, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum.
Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar verja seg móti børnum við vatn kanón o.ø..
 
Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj,

Tilmelding í Norðoya Sparikassa í Klaksvík frá mánadegnum 13. august til fríggjadagin 17. august kl. 15. Í deildini hjá Norðoya Sparikassa fáa børnini ein vatnpistól (avmarkað nøgd).

 

Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er umráðandi, at verða í heitum klæðum.
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum