Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg misti bæði matarlystin og svøvnin -hetta er ótrúligt og óhugnaligt

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.07.2014 - 21:49 Eldri tíðindi

Tað sigur 72 ára gamli Andrias Sørensen úr Hvannasundi, ið dróg hummararúsur sínar í gjár og í dag og upplivdi at so gott sum alt, ið var í rúsunum var deytt.

Teir báðir, Andrias Sørensen, 72 ár, og Elmar Simonsen, 56 ár, íð júst høvdu tikið hummararúsur upp,tóku ímóti tá vit komu norður í Hvannasund, eftir at Andrias hevði heitt á Norðlýsið um at koma at hyggja hvussu syndarliga er statt við umhvøvinum norður ímóti Leitinum, har alingin gongur fyri seg.

Eg havi troytt hummaravinnuna her á Sundinum nú í 45 ár og ongantíð á ævi míni havi eg møtt eini slíkari sjón sum fyrradagin, tá vit byrjaðu at taka hummararúsurnar upp. Í fyrstu atløgu løgdu vit til merkis, at ryggurin, ella høvuðslínan var kola svørt.

Tá vit fingu rúsurnar á borið, sóu vit at mest sum alt var deytt, sum var í rúsunum, sjálvt krossfiskar, krabbagággur og skrubbur, ja, eisini smáfiskurin, ið var í.

Her er eitthvørt heilt gali, tí eg havi heldu ongantíð áður í hesi 45 árini, sæð ormin a línuni og í rúsunum, tað tykir, sum um sjálvt ormurin er í ferð við at rýma.

Gamaní hevur veðrið verið gott hesar seinastu dagarnar, men líka gott veður hevur verið fyrr ímeðan eg havi havt hummaravinnu her á fjørðinum í hesi 45 árini og tó havi eg aldrin upplivað slíkt. Hygg bert at línuni hvussu kola svørt hon er. Hetta er so óhugnalig í mínari verð, at í gjár tá misti eg bæði matrlystin og svøvnin.

Umleið 50 kilo av deyðum hummarum komu úr rúsunum, bert nakrir fáir vóru á lívi. Eg haldi at alivinnan hevur eina stóra ábyrgd her. Vit royndu nevniliga at uppbyggja ein stovn, sunnan fyri byrgingina fyri nógvum árum síðani. Tað gekk framá í nøkur ár. Men eftir at alivinnan kom har, doyði alt út.

Alivinnan er ein stór vinna og hevur týdning fyri føroyska búskapin, sigur Andreas Sørensen víðari og pláss eigur at vera fyri henni sjálvandi. Men hinvegin eigur eisini atlit at vera tikin til lokalu vinnuna her, sum hevur verið langt frammanundan alivinnuni, soleiðis at pláss er fyri báðum. Tað sum vit drógu í gjár og í dag hevur ligið mitt úti á Sundinum kanska heldur nærri Borðoyarlandinum, so hetta er ikki nakar lokalur trupuleiki beint undir ringunum. Eg hoyri eisini at menn tosa um at fara at leggja ringar út Múlamegin, so tá verður heiltvíst eitt ógvusligt trýst á umhvørvið her, tá tað kann síggja so ræðuligt út í dag.

Vit eru tveir, sum hava hummaraloyvi her í Sundinum, Elmar Simonsen og er. Elmar, sum eisini var við mær at draga, hevur eisini drivið hummarafiskiskap her á sundinum í eini 20 ár og hann sigur tað sama, at hann hevur ikki verið út fyri slíkum áður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…