Lýsing
Lýsing
Lýsing

Guttorm Sørensen hevur runnið meir enn 60.000 kilometrar

SKRIVAÐ: Nordlysid  |  10.12.2015 - 20:00 Eldri tíðindi

Fyri 25 árum síðan mundi Guttorm Sørensen mangan renna einsamallur á gøtunum í Klaksvík, men hesin treysti sundamaðurin gavst ikki so, tí síðani tá hevur hann, saman við øðrum stovnað Ítróttafelagið Treysti, sum í dag hevur umleið 300 limir, ið saman við hundraðtals øðrum føroyingum fylgja hansara fótasporum og renna fyri heilsuni.

Fyri 25 árum síðan mundi Guttorm Sørensen mangan renna einsamallur ágøtunum í Klaksvík, men hesin treysti sundamaðurin gavst ikki so, tí síðani tá hevurhann, saman við øðrum stovnað Ítróttafelagið Treysti, sum í dag hevur umleið300 limir, ið saman við hundraðtals øðrum føroyingum fylgja hansara fótasporumog renna fyri heilsuni.

 

Í hesum døgumeru júst 25 ár síðan, at ein av Føroya fremstu og kendastu rennarum, GuttormSørensen, byrjaði at taka renniítróttina seriøst og luttaka í kappingum.

 

Norðlýsið hevurhitt mannin, ið má metast at vera eldsál nummar eitt og fremsta ímyndin avÍtróttafelagnum Treysti í Klaksvík, sum við sínum umleið 300 limum er eitt taðvirknasta felagið fyri rennarar í Føroyum.

 

Verið við til allar

oyggjaleikirnar

Fyrsti spurningurin, vit settu Gutta, sum hann eisiniverður nevndur, var, hvussu og hvar hann byrjaði at renna?

 

- Í hesumdøgum eru júst 25 ár síðan, at eg byrjaði at renna. Eg spældi fótbólt viðdreingjunum hjá KÍ í 1984, men tá vit høvdu rennivenjingar, var eg altíð íbetra endanum, tvs. frammarlaga, so tað var nokk har, at neistin bleivtendraður í sambandi við renning. Oyggjaleikirnir, sum vóru hildnir her íFøroyum í 1989, vóru við til at økja áhugan uppaftur meiri.

 

- Tá ið egbyrjaði á Handilsskúlanum í Vejle eftir summarfrítíðina í 1990, var einfloksfelagi hjá mær, sum plagdi at ganga í einum jakka, har tað stóð VejleIdrætsforening á rygginum. Eg spurdi hann, hvørja ítrótt tey íðkaðu har, ogtalan var um frælsan ítrótt, so eg skuldi bara møta til venjing á Vejle Stadionhar rennibreyt eisini er.

 

- Eg sogjørdi, og segði við fyrsta mannin, sum eg møtti har, at eg fegin vildi í gongdvið renning, og hevði ein dreym um at sleppa til Oyggjaleikirnar á Álandi í1991.

 

- Hesinmaðurin, eg møtti, vísti seg at vera venjarin har í felagnum, og bleiv hann mínvenjari tey árini, vit búðu í Vejle. Eg gjørdi stór framstig beinanvegin og komá besta liðið hjá teimum, sum kappaðist um uppflyting í bestu deildina ífrælsum ítrótti.

 

- Vit blivuakkurát ov stuttir í 1991, men fluttu upp árið eftir, og so niðuraftur í 1993.Tá var liðið eisini broytt nokkso nógv. Nakrir profilar skuldu víðari viðútbúgvingum og fluttu til aðrar býir at lesa. Eg slapp við til Oyggjaleikirnará Álandi í 1991, og havi verið so heppin, at eg havi verið við til allarleikirnar síðani, bæði sum íðkari (8 ferðir), leiðari og venjari.

 

Hæddamaður

og sundamaður

Men hvør er Guttorm Sørensen? – hvaðani ert tú ættaður,hvørja útbúgving hevur tú, og hvar arbeiðir tú?

 

- Eg eriføddur 1. november 1968 í Klaksvík, og tá ið fólk spyrja um slekt, so plagi egat siga, at eg eri hálvur hæddamaður, tvs. hálvur týskari, og hálvursundamaður, sigur Guttorm við einum smíli um varrarnar.

 

- Tá ið eg var5 ár, fluttu vit norður til Hvannasunds at búgva. Hetta var í 1974, og eg gekkí skúla har øll barnaárini til 9. flokk.

 

- Tá fór eg atroyna meg sum útróðrarmaður, seinni sum sjómaður á Flemish Cap, í svartkjafti,á laksaveiðu o.ø., men ein skaði á hondina gjørdi, at eg mátti gevast viðsjólívinum.

 

- Í 1990flutti eg sum 21 ára gamal til Vejle í Danmark at útbúgva meg víðari. Tábyrjaði eg á EGF Handil & Kontór, sum tað kallaðist tá, sum líkist tí, vitkalla FHS í dag. Har tók eg so eisini Hægri Handilsskúla í 1993, og so fluttuvit til Århus, har eg á Handilsháskúlanum bleiv civiløkonomur í 1996.

 

- Havi fyritað mesta arbeitt við bókhaldi og fyrisiting síðani, upplýsir Guttorm, sum ídag starvast hjá fyritøkuni KBI í Klaksvík.

 

- Umframtdagliga yrkið, havi eg brúkt nógva tíð og orku uppá frælsan ítrótt, bæði sumíðkari, fyriskipari, venjari, nevndarlimur og annað felagsarbeiði.

 

- Eg byrjaðiat renna í 1990 og havi runnið síðani. Havið vunnið heiðursmerkir á Oyggjaleikum,Danmarksmeistari fyri lið í lendisrenning, luttikið í Europa-cup ílendisrenning fyri lið, Føroyameistari fleiri ferðir, átti nøkur føroysk met írenning og eitt er eftir, eigi framvegis eitt met frá 1992 í Vejle IF.

 

Les alla samrøðuna í blaðútgávuni hjá Norðlýsinum, sumvarð borin í hvørt hús í vikuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur
Hjarta­barnið fekk 35.290 krónur frá Klak…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jupiter í norskan sjógv
Formula nominerað til “HPE ÅRETS HPE GAM…
Nú gerast morgun og kvøld ljós
Óli, Fríðin og Maradona
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós