Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hummaradeyðin í Hvannasundi als ikki kannaður

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  22.01.2016 - 08:57 Eldri tíðindi

Hóast granskari á Umhvørvisstovuni vísur á at nøgdirnar, sum alivinnan brúkti í 2014 av diflubenzuron í bardaga móti laksalúsinier nóg mikið til at drepa Sundalagið hálva aðru ferð, fær almenningurin ikki innlit í hvar og hvussu stórar nøgdir eru brúktar í ymisku økjunum.

Hóast granskari á Umhvørvisstovuni vísur á at nøgdirnar, sum alivinnan brúkti í 2014 av diflubenzuron í bardaga móti laksalúsinier nóg mikið til at drepa Sundalagið hálva aðru ferð, fær almenningurin ikki innlit í hvar og hvussu stórar nøgdir eru brúktar í ymisku økjunum.

”Hóast tað er greitt, at diflubenzuron ávirkar hummarar, vita vit ikki, um nýtslan av diflubenzuron í alibrúkum í Føroyum er so stór, at hon ávirkar hummarar í Føroyum. Nevnda kanning hjá Umhvørvisstovuni, vísti ikki leivdir av diflubenzuron í hummarunum. Men helst skulu fleiri kanningar til, fyri betri at lýsa støðuna við hummarum…..” , skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan í brævið til Norðlýsið.

Hummaradeyðin í Hvannasundi als ikki kannaður

Starvstovan vísir til frágreiðing sum umhvørvisstovan lat gera í samband viðkanningar frá 2012 – 2013, men í framløgu vísir granskari á at í 2014 brúkti alivinnan, so stórar nøgdir av diflubenzuron at um alt varð brúkt í Sundalagnum, sum er vatnríkasta aliøkið í landinum, var nokk til at drepa allan fjørðin hálvaaðru ferð.

Tað gongur sera striltið at fáa uppspurt hvussu nógv eiturevni eru sprænd út I Hvannasundi, men tó vita vit at nýggjasta kanningin av hummara og skeljadjórum, sum varð gjørd í 2013, ikki umfataði Hvannasund.

Harafturat varð sagt frá umhvørvisstovuni at tá stovnuri skuldi gera nevndu kanning vildu Landsapotekarin ikki upplýsa hvar í landinum evnafrøðiligu evnini verða nýtt og hvussu stórar mongdir verða brúktar á hvørjum stað.

Baði Landsapotekarin og Heilsumálaráðið hava gjørt Norðlýsinum greitt at almenningurin hevur ikki rætt til at fáa at vita hvar í landinum vandamiklu evnafrøðiligu evnini verða brúkt.

----

Væntar at laksalúsin fer at minkað

Í tíðindaskrivið tann 15. Januar skrivar Landslæknin soleiðis:

Landsdjóralæknin setti í fjør tiltøk í verk, sum væntandi fer at bera í sær, at mongdin av laksalús fer at vera minni í ár, enn hon var í fjør, tá útbreiðslan var størst.

Trupulleikin við skjótt vaksandi talinum av laksalýs í føroyskum alibrúkum seinastu trý-fýra árini fer væntandi at venda í hesum árinum. Orsøkin er, at reglurnar eru herdar fyri útseting av smolti í aliøkjum, ið eru harðast rakt av laksalús. Alarar á hesum økjunum hava longu fingið ella fara at fáa álagt at seta færri smolt út, enn teir vanliga sleppa. Avmarkingini í útsetingini fer væntandi longu í ár at minka um vandan við útbreiðslu av laksalús í alibrúkunum.

Tey miðalgóðu aliøkini, tá ræður um tal av laksalús, sleppa í útgangsstøðinum at seta sama tal av smolti út, meðan í teimum heilt góðu økjunum kann talan gerast um eina øking.

Ein vaksandi trupulleiki við basingini av laksalús er, at lúsin gerst alsamt mótstøðuførari móti teimum evnum, ið nýtt verða at drepa lúsina. Neyðugt er tí at nýta allar nýtiligar hættir at koma trupulleikanum til lívs.

- Tað er eingin lættur og einfaldur háttur at berja niður laksalýs, sum er vorðin alt meira mótstøðufør móti heiliváginum, ið nýttur verður. Tí eru vit noydd at nýta allar gongdar leiðir fyri at koma trupulleikanum til lívs, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Trupulleikin við laksalús finst ikki bert í Føroyum, tí bæði í Noregi og í Skotlandi eru stórir trupulleikar við lakslús.

Landsdjóralæknin vísir á, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tætt samstarv við eitt nú norskar myndugleikar á aliøkinum. So skjótt sum fyrru helvt av februar fara føroyskir og norskir myndugleikar at halda felags fund um, hvussu lúsatrupulleikin skal handfarast og komast til lívs.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…