Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsapotekarin spyr alivinnuna um almenningurin skal hava innlit

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.03.2016 - 06:10 Eldri tíðindi

Tað var tann 29. Oktober 2015 at undirritaði upprunaliga sendi eina umsókn til almenna myndugleikan um hvussu stórar nøgdir av kemiskum evnum Lands Djóralæknin, Landslæknin, Lands Apotekarin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava loyvt alarum at brúkt í Hvannasundi og øðrum økjum kring landið. Eftir nógv samskiftið hevur Lands Apotekarin nú spurt vinnuna um hvat tey halda um innlitsumbønina.

Tað var tann 29. Oktober 2015 at undirritaði upprunaliga sendi eina umsókn til almenna myndugleikan um hvussu stórar nøgdir av kemiskum evnum Lands Djóralæknin, Landslæknin, Lands Apotekarin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava loyvt alarum at brúkt í Hvannasundi og øðrum økjum kring landið. Eftir nógv samskiftið hevur Lands Apotekarin nú spurt vinnuna um hvat tey halda um innlitsumbønina.

Landsapotekarin ger greitt at tað eru ikki lógarkravd mørk sett fyri, hvussu nógv av ymsu avlúsingarevnunum, fiskadjóralæknarnir sleppa at ávísa til alivinnuna. Millum evnini sum nýtt verða til avlúsing í aluvinnuni er Hydrogenperoxyd.

Í tíðarskeiðinum 2011- 2014 eru tilsamans 13.802.814 kg brúkt í bardaga móti lúsini.

Sambært umhvørvisstovuni er Hydrogenperoxyd etjandi og kann etja húðina hjá fólki og geva álvarsligar eygnaskaðar. Harafturat er m.a. Diflubenzuron sum tálmar skelskifti á lúsini. Evnið verður bólkað sum umhvørvisskaðiligt, tí evnið tálmar eisini skelskifti hjá øðrum djórum, sum liva í umhvørvinum tætt við alibrúk, eitt nú hummara, rækjum o.l..

Eingi lógarkravd mørk

eru fyri hvussu nógv av hesum evnum djóralæknin kann tilskriva alarum.

Umhvørvisstovan skrivar at hon ikki hevur nøktandi yvirlit um evnini og nøgdirnar sum verða brúkt í løtuni:

- Tá alivinnan ynskir at brúka eitt evni til avlúsing, skal evnið góðkennast av Skrásetingarráðnum áðrenn evnið kann brúkast. Skrásetingarráðið er mannað av landslæknanum, landsapotekarnum og landsdjóralæknanum. Umhvørvisstovan er ikki umboðað, og er heldur ikki myndugleiki í sambandi við at góðkenna ella brúka hesi evni.

Sambært teimum upplýsingum, sum Umhvørvisstovan hevur, verða hesi avlúsingarevni nýtt:

Alphamax

Betamax

Diflubenzuron

Emamektinbenzoat

Salmosan

Hydrogenperoxid

Skrásetingar yvir nøgdir, sum Umhvørvisstovan móttekur, hava ikki verið heilt nøktandi og verða tær í løtuni dagførdar.

Landslæknin, sum eisini er partur av ráðnum sum góðkennir nýtslu av kemiskum evnum svaraði …….. mæla vit til, at tygum venda tygum til Landsapotekaran við tygara fyrispurningi. Landslæknin hevur ikki hesar upplýsingar……

Landsapotekarin svarar at tað eru ikki lógarkravd mørk sett fyri, hvussu nógv av ymsu avlúsingarevnunum, fiskadjóralæknarnir sleppa at ávísa til alivinnuna. Tað verður heldur ikki viðgjørt, uttan lúsatalið pr laks fer upp um tey mørk, ið eru ásett í kunngerð.

Í 2014 hevur føroyska alivinnan brúkt 5.131.023 kg av niðanfyristandandi evnum sum eru brúkt í bardaga móti lúsapláguni har sum verður latið beinleiðis út í náttúruna, meðan onnur verða latin gjøgnum fóður.

Hummaradeyðin í Hvannasundi als ikki kannaður

Hóast granskari á Umhvørvisstovuni vísur á at nøgdirnar, sum alivinnan brúkti í 2014 av diflubenzuron í bardaga móti laksalúsini er nóg mikið til at drepa Sundalagið hálva aðru ferð, fær almenningurin ikki innlit í hvar og hvussu stórar nøgdir eru brúktar í ymisku økjunum.

”Hóast tað er greitt, at diflubenzuron ávirkar hummarar, vita vit ikki, um nýtslan av diflubenzuron í alibrúkum í Føroyum er so stór, at hon ávirkar hummarar í Føroyum. Nevnda kanning hjá Umhvørvisstovuni, vísti ikki leivdir av diflubenzuron í hummarunum. Men helst skulu fleiri kanningar til, fyri betri at lýsa støðuna við hummarum…..” , skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan í brævið til Norðlýsið.

Starvsstovan vísir til frágreiðing sum umhvørvisstovan lat gera í samband við kanningar frá 2012 – 2013, men í framløgu vísir granskari á at í 2014 brúkti alivinnan, so stórar nøgdir av diflubenzuron at um alt varð brúkt í Sundalagnum, sum er vatnríkasta aliøkið í landinum, var nokk til at drepa allan fjørðin hálvaaðru ferð.

Undirritaði staðfestur at tað hevur í heilatikið gingiðsera striltið at fáa uppspurt hvussu nógv eiturevni eru brúkt í Hvannasundi, og harafturat er staðfest at nýggjasta kanningin av hummara og skeljadjórum, sum varð gjørd í 2013, ikki umfataði Hvannasund.

Harafturat varð sagt frá Umhvørvisstovuni at tá stovnurin skuldi útgreina hagtølini vildi Landsapotekarin ikki upplýsa stovninum hvar í landinum evnafrøðiligu evnini verða nýtt og hvussu stórar mongdir verða brúktar á hvørjum stað.

Baði Landsapotekarin og Heilsumálaráðið hava gjørt undirritaðagreitt at almenningurin hevur ikki rætt til at fáa at vita hvar í landinum vandamiklu evnafrøðiligu evnini verða brúkt.


Væntar at laksalúsin fer at minkað

Í tíðindaskrivið tann 15. Januar skrivar Landslæknin soleiðis:

Landsdjóralæknin setti í fjør tiltøk í verk, sum væntandi fer at bera í sær, at mongdin av laksalús fer at vera minni í ár, enn hon var í fjør, tá útbreiðslan var størst.

Trupulleikin við skjótt vaksandi talinum av laksalýs í føroyskum alibrúkum seinastu trý-fýra árini fer væntandi at venda í hesum árinum. Orsøkin er, at reglurnar eru herdar fyri útseting av smolti í aliøkjum, ið eru harðast rakt av laksalús. Alarar á hesum økjunum hava longu fingið ella fara at fáa álagt at seta færri smolt út, enn teir vanliga sleppa. Avmarkingini í útsetingini fer væntandi longu í ár at minka um vandan við útbreiðslu av laksalús í alibrúkunum.

Tey miðalgóðu aliøkini, tá ræður um tal av laksalús, sleppa í útgangsstøðinum at seta sama tal av smolti út, meðan í teimum heilt góðu økjunum kann talan gerast um eina øking.

Ein vaksandi trupulleiki við basingini av laksalús er, at lúsin gerst alsamt mótstøðuførari móti teimum evnum, ið nýtt verða at drepa lúsina. Neyðugt er tí at nýta allar nýtiligar hættir at koma trupulleikanum til lívs.

- Tað er eingin lættur og einfaldur háttur at berja niður laksalýs, sum er vorðin alt meira mótstøðufør móti heiliváginum, ið nýttur verður. Tí eru vit noydd at nýta allar gongdar leiðir fyri at koma trupulleikanum til lívs, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Trupulleikin við laksalús finst ikki bert í Føroyum, tí bæði í Noregi og í Skotlandi eru stórir trupulleikar við lakslús.

Landsdjóralæknin vísir á, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tætt samstarv við eitt nú norskar myndugleikar á aliøkinum. So skjótt sum fyrru helvt av februar fara føroyskir og norskir myndugleikar at halda felags fund um, hvussu lúsatrupulleikin skal handfarast og komast til lívs.


Spyr vinnuna um almenningurin skal hava innlit:

Undirritaði hevur havt eitt drútt samskiftið við almennu myndugleikararnar um at fáa upplýst hvussu stórar nøgdir myndugleikin hevur játta alarum kring landið at brúka av evnafrøðisligum evnum og tað nýggjasta er at nú er málið sent til hoyringar hjá Vinnuni sjálvari.

LANDSAPOTEKARIN

7. marts 2016

Til:

Bakkafrost P/F

HiddenFjord (P/F Luna)

Marine Harvest Faroes P/F

Faroe Farming P/F

John William Joensen hevur heitt á apoteksverkið um at fáa innlit í yvirlit, sum vísa hvørji evni og hvussu stórar mongdir alivinnan sleppir at brúka til avlúsing av fiski sum gongur í alibrúkum á sjónum kring um í landinum.

Hvat er tað fyri evni og hvussu ávirka tey náttúru og fisk og fólk sum koma beinleiðis í kontakt við hesi evni.

Apoteksverkið hevur útflýggjað teimum høvuðstøl fyri alt landið, men nú verður biðið um spesifikatión uppá firðir ella aliøki.

Málið er hjá apoteksverkinum tikið upp sum eitt innlitsmál eftir reglunum í løgtingslóg nr. 133 frá 10.06.1993 um innlit í fyrisitingina.

Áðrenn avgerð um innlit verður tikin verður spurt um hvørt tit – við neyvari grundgeving - meta at spesifikatión av hesum tølum ikki skulu útflýggjast við atliti til undantaksreglurnar í innlitslógini.

Her verður serliga hugsað um § 12 stk. 1 nr. 2 og § 13 stk. 1 nr. 6.

Vinarliga

Kjartan Mohr;

Landsapotekari



ONNUR SKJØL:

Tann 15.02.2016;

Vísandi til lógina um alment innlit og eftir ráðføring úr Heilsumálaráðnum verður biði um alment innlit í hvussu stórar mongdir alivinnan hevur brúkt av heilivági og hvat slag av heilivági -- er brúktur í Hvannasundi og í øðrum økjum kring um í landinum.

Vit hava higartil bara havt atgongd til samlað tøl fyri alt landið,,,, men vilja hava hesi útgreinaði á aliøkir og firðir og sund.

John William Joensen

12-02-2016 10:46

Hey John William,

Heilsu- og Innlendismálaráðið skal hervið boða frá, at kæra tygara verður tikin upp til endaliga viðgerð.

Tygum kunnu vænta at fáa svar innan ein mánað.

John William Joensen
Sendt: 10. februar 2016 11:27
Sv: Avgerð í kærumáli um noktandi innlit - nýggj viðgerð

Eri eitt sindur í villareiði, tí sum eg síggi støðuna noktar apotekarin at fylgja boðum úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum, so eg kæri enn einaferð til i heilsu og innlendismálaráðið og sendi eisini kæruna til LUM.

Vit ynskja bara at vit hvussu nógv evnafrøðislig evni Landsapotekarin, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landslæknin hava loyvt vinnufyritøkum at brúka í Hvannasundi?

Tá almenni myndugleikin hevur játta og góðkent, má bera til at síggja tølini.


Fra: Birita Ludvíksdóttir

10. februar 2016 11:01
Til: John William Joensen
Emne: VS: Avgerð í kærumáli um noktandi innlit - nýggj viðgerð

Til Norðlýsið,

Landsapotekarin hevur boðað Heilsu- og Innlendismálaráðnum frá, at málið er viðgjørt av nýggjum. Eftir at hava viðgjørt málið av nýggjum, hevur Landsapotekarin tikið avgerð um at fasthalda avgerð sína.

Avgerðin hjá Landsapotekaranum verður hervið send tykkum til ummælis við svarfreist á 14 dagar.

Frá: Kjartan Mohr
Sendt: 15. januar 2016 15:12

Til: Birita Ludvíksdóttir
Emne: Avgerð í kærumáli um noktandi innlit - nýggj viðgerð

Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur biðið okkum tikið málið upp til nýggja viðgerð, m.a. við støði í teimum vegleiðingum, sum eru gjørdar til innlitslógina.

Eftir at hava viðgjørt málið av nýggjum verður okkara avgerð fasthildin.

Apotekverkið hevur ikki framleitt nøkur skjøl í samband við útflýggjan av heilivági sum eru partur av fyrisitingarligari viðgerð. Tað eru djóralæknar sum taka støðu til hvør heilivágur verður útskrivaður og ikki apoteksverkið. Tað fyriliggja sostatt eftir okkara meting ikki nøkur skjøl, sum eru fevnd av innlitslógini sum innlit kann gevast í. Hettar er eisini samsvarandi donsku vegleiðingini, sum er soljóðandi:

“Adgangen til aktindsigt omfatter dog som hidtil kun dokumenter, der undergives eller har været undergivet en administrativ sagsbehandling, jfr. § 4, stk. 1. Uden for retten til aktindsigt falder således dokumenter, der blot modtages til opbevaring, eller alene undergives rent teknisk eller lignende bearbejdning som f.eks. stempling, legalisering og lignende. Tilsvarende gælder dokumenter, der er sendt til en myndighed ved en åbenbar fejltagelse, når disse ikke indgår som element i myndighedens afgørelsesgrundlag. Udenfor falder endvidere andet “papirmateriale” som f.eks. undervisningsmateriale, kort, bøger og brochurer, selv om det produceres eller anvendes af offentlige myndigheder. Det gælder dog ikke, når det pågældende materiale undergives administrativ behandling f.eks. i forbindelse med en klagesag.”

Tað er eisini framvegis okkara fatan, at innlit í upplýsingar um, hvussu nógvan heilivág hvør einstøk alifyritøka brúkar á ávísum aliøkjum, eru undantiknir almennum innliti samsvarandi § 12, stk. 1, nr. 1 í innlitslógini tí talan er um sera viðkvæmar upplýsingar, og tað hevur stóran tøkniligan og fíggjarligan týdning fyri alifyritøkur, at tað ikki verður upplýst alment, hvussu nógvan og hvønn heilivág alifyritøkur brúka. Viðgerð av djórasjúkum kann ikki lýsast av fjølmiðlum bert við at almannakunngerða hvussu nógvan einstakan heilivág hvør einstøk fyritøka brúkar. Viðgerð av djórasjúkum er samansett av eini røð av tiltøkum og viðgerðum, og tað hevur handilsligan týdning fyri alifyritøkur, sum annars eru undir matvørueftirliti, at tað ikki verður almannakunngjørt, hvønn heilivág hesar fyritøkur brúka.

Hinvegin hevur Apotekið tikið avgerð um at upplýsa, hvussu stór samlaða nýtslan av hesum heilivági er fyri alla vinnuna undir einum. Men at upplýsa, hvussu stóra mong hvør einstøk fyritøka/aliøki brúkar er eftir okkara meting klárt fevnt av undantaksregluni í § 12, stk. 1 í innlitslógini.

Vinarliga

Kjartan Mohr

Landsapotekari

Birita Ludvíksdóttir

23-11-2015 13:03

Til John William Joensen,

Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur móttikið viðmerkingar tínar og metir, at málið er nóg væl upplýst til at taka upp til endaliga viðgerð.

Væntandi senda vit tær avgerð í málinum innan 1 mánað.

Fra: Kjartan Mohr
Sendt: 17. november 2015 14:09
Til: Birita Ludvíksdóttir

Grundgeving fyri ikki at geva alment innlit í útgreinaði hagtøl um heilivág:

Føroysku apotekini taka ikki avgerð um útskriving av heilivági. Tað gera læknar og djóralæknar.

Skjølini, sum innlit verður biðið um, eru tí ikki skjøl, sum eru framleidd sum liður í eini fyrisitingarligari viðgerð, og tí eru skjølini ikki umfataði av lógini um alment innlit.

Talan er um heilsulig viðurskifti og upplýsingar um hvussu ein vinnufyritøka í samráð við djóralækna roynir at basa ávísari sjúku.

Slíkir upplýsingar eru sera viðkvæmir, bæði heilsuliga og fíggjarliga.

Apotekini ynskja ikki at útflýggja upplýsingar um konkreta ella útgreinaða nýtslu av heilivági, soleiðis sum biðið verður um.

Hinvegin er einki til hindurs fyri, at upplýsingar verða givnir um samlaðu nýtsluna av heilivági.

Vinarliga

Kjartan Mohr

Landsapotekari

From: "Kjartan Mohr>
Date: Mon, Nov 9, 2015 at 6:24 AM -0800

Undirritaði skal vátta at hava móttikið fyrispurning tygara um útgreinaði hagtøl til føroysku alivinnuna.

Avgjørt er ikki at geva innlit í upplýsingar um hvønn heilivág og hvussu nógvan heilivág hvørt einstakt alibrúk í Føroyum hevur fingið útflýggjað.

Avgerðin er tikin við støði í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001.

Rættarkrav hevst ikki uppá upplýsingarnar eftir § 5 stk. 2 í innlitslógini.

Upplýsingar, sum innlit verður biðið um eru ikki fevndir av § 4, stk. 1 1. pkt í innlitslógini við tað at talan ikki er um skjøl, sum hava samband við eina fyrisitingarliga saksviðgerð. Eisini er avgjørt ikki at veita meirinnlit eftir lógarinnar § 4 stk. 1 2. pkt.

Okkara áskoðan er, at umbønin um skjalainnlit fevnir um skjøl sum eru umfataði av § 12 stk. 1 nr. 2. í innlitslógini við tað, at upplýsingar um útflýggjan av heilivági til vinnufyritøkur eru viðkvæmir upplýsingar um heilsulig og vinnulig viðurskifti, sum tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri fyritøkuna, at hesir upplýsingar ikki verða almannakunngjørdir. Skjølini, sum innlit verður biðið um, eru tí umfataði av hugtøkunum ”tøkniligar útbúningar ella mannagongdir, ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir, at áheitanin ikki verður gingin á møti”.

Til ber at kæra hesa avgerð til Heilsu– og Innlendismálaráðið skrivliga og innan 14 dagar frá móttøku av hesum skrivi.

Vinarliga

Kjartan Mohr

Landsapotekari

Fra: John William Joensen [mailto:jwj@nordlysid.fo]
Sendt: 4. november 2015 11:27
Til: Kjartan
Emne: Sv: umbøn um innlit/spurningar

Ja vit ynskja at fáa upplýst hvussu nógv er brúkt á ymisku alibrúkunum.

Jwj

Fra: John William Joensen

Sendt: 29. oktober 2015 13:49

Umbøn um innlit

Vit ynskja at fáa innlit í yvirlit sum vísa hvørji evni og hvussu stórar mongdir alivinnan sleppir at brúka til avlúsing av fiski sum gongur í alibrúkum á sjónum kring um í landinum. Hvørju eru hesi evni og hvussu ávirka tey náttúru og fisk og fólk sum koma beinleiðis í kontakt við hesi evni.

UMHVØRVISSTOVAN:

Tygum hava tann 13. okt. 2015 biðið um innlit í hvørji evni og hvussu stórar nøgdir av avlúsingarevni alivinnan sleppur at brúka.

Tá alivinnan ynskir at brúka eitt evni til avlúsing, skal evnið góðkennast av Skrásetingarráðnum áðrenn evnið kann brúkast. Skrásetingarráðið er mannað av landslæknanum, landsapotekarnum og landsdjóralæknanum. Umhvørvisstovan er ikki umboðað, og er heldur ikki myndugleiki í sambandi við at góðkenna ella brúka hesi evni.

Sambært teimum upplýsingum, sum Umhvørvisstovan hevur, verða hesi avlúsingarevni nýtt:

Alphamax

Betamax

Diflubenzuron

Emamektinbenzoat

Salmosan

Hydrogenperoxid

Skrásetingar yvir nøgdir, sum Umhvørvisstovan móttekur, hava ikki verið heilt nøktandi og verða tær í løtuni dagførdar.

Dagførdar nøgdir eru helst at fáa frá landsapotekarnum, landdjóralæknanum ella Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Hydrogenperoxid er etjandi og kann etja húðina og geva álvarsligar eygnaskaðar.

Diflubenzuron tálmar skelskifti á lúsini. Evnið verður bólkað sum umhvørvisskaðiligt, tí evnið tálmar eisini skelskifti hjá øðrum djórum, sum liva í umhvørvinum tætt við alibrúk, eitt nú hummara, rækjum o.l.

Leggjast kann afturat, at í 2011 kom ein norðurlendsk BAT-frágreiðing innan alivinnu, sí http://norden.diva-portal.org/smash/get/diva2:701735/FULLTEXT01.pdf

Á síðu 391 er ein partur sum eitur Forbrug af medicin og hjælpestoffer i Norden, har er m.a. eitt yvirlit yvir nýtsluna í Føroyum frá 1997 til 2011.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar