Lýsing
Lýsing
Lýsing

Próvtøkur og verjuskip

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  20.11.2025 - 11:00 Mentan Tíðindi Vinna

1. november 1893 fóru Jens Mohr og Jens í Dali undir hvør sín skiparaskúla í Havn. Áður høvdu royndir skiparar – eitt nú Suðuroyar Dánjal, ið búði í Sandavági – lært ungar menn at sigla.

 

 

So við og við tóku aðrir táttin upp. Vit nevna Dánjal í Ungagarði í Porkeri, Pól Nikláa Danielsen í Heiðunum, Hans Djurholm á Glyvrum og brøðurnar við Stein (Jákup og Jógvan Joensen) í Havn.

Skúli var um veturin og próvtøka um várið. Yvirmenn á donsku verjuskipunum vóru próvdómarar. Tá ið fyrsta próvtøkan (í 1894) varð hildin, tóku yvirmenn á verjuskipinum Dianu sær av próvdømingini.

Árini 1895, 1896 og 1897 var krússarin Heimdal verjuskip undir Føroyum, og árini 1899 og 1900 kanónbáturin Guldborgsund. Frá 1901 og til skipanin við yvirmonnum sum próvdómarum helt uppat í 1919, røkti Beskytteren leiðirnar undir Føroyum og Íslandi.

Næmingar í Havn fóru vanliga til próvtøku í landi, meðan teir úti á bygd ofta royndu seg umborð. Hetta hevði helst nakað við næmingatal og hølisviðurskifti at gera.

Hans Sundstein, sjómansskúlalærari í Havn, segði eitt nú soleiðis:

”Royndin fór sum oftast fram í landi, tí so nógvir næmingar skuldu til próvtøku. Teir læntu tinghúsið í fleiri ár at halda eksamiu í, og so komu næmingar bæði frá pápa (Jákupi við Stein), Jens Paula (í Dali) og Djurholm.

Tríggir sensorar sótu har: Sjefurin, næstkommanderandi og premierløjtnanturin. Teir skuldu vera tríggir at geva karakter. Lærarin spurdi, hann eksamineraði, men slapp ikki at geva karakter.”

 

Dagbøkur hjá verjuskipum

Sum tú situr og lesur í dagbókum hjá verjuskipum, gerst tær greitt, at tær eru fáorðaðar um skiparapróvtøkur í Føroyum. Ofta stendur bert: ”Afholdt Fiskeskipperprøve.” Men so eru tað tær ferðirnar, at tú fært eitt sindur meir at vita. Nøkur dømi.

27. mars 1897 liggur krússarin Heimdal í Kongshavn (á Skálafjørðinum). Tað eru næmingar hjá Pól Nikláa Danielsen, sum skulu royna seg. Í dagbókina verður skrivað: ”Afholdt fiskeskipperprøve om bord.”

23. februar 1901 liggur verjuskipið Beskytteren á Havnini, har næmingar hjá Jens í Dali skulu upp til prógv. Í skipsdagbókina verður skrivað: ”Chefen, Næst- og 3dje Commanderende afholdt Fiske- og Sætteskipperprøve i Land.”

4. mars 1901 liggur Beskytteren á Trongisvágsfirði. Næmingar hjá Dánjali í Ungagarði í Porkeri skulu til próvtøku. Í dagbókini fyri henda dagin stendur at lesa: ”Afholdt Fiske- og Sætteskipperprøve om bord.”

Myndin (frá Nationalmuseet) sýnir kanónbátin Guldborgsund. Í 1899 og 1900 var skipið undir Føroyum, og skiparapróvtøkurnar fóru fram har umborð.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøkini móti Russlandi raka Føroyar me…
Norðoya Listafelag 40 ár
Úrslitið av seyða­sýning­ini 2025
Próvtøkur og verjuskip
Eru Eysturoyar og Norðoya Tjóðveldisfelø…
Stórar sparingar á Fróðskaparsetrinum
Koyra vit útav við ES á GPS’inum?
Vesturríki og dómurin í Haag
Mental sjálvverja í eini talgildari tíð
Myndarøð: Mjølnir gjørdi onki við Sliede…
Stuðul frá Lions skal læra børn og ung a…
Kann ein lands­stovnur av sínum eintingum…
Lagt í pottin til eitt heitt kvøld
Vunnu toppdystin
Vónar nógvar áskoðarar í Badminton­høllin…
Almenn móttøka
Jóhan Christiansen — eitt ekkó frá Elian…
Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð