Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mental sjálvverja í eini talgildari tíð

SKRIVAÐ: kambsdalur.fo  |  20.11.2025 - 10:10 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hvussu verja vit okkum, tá talgildu pallarnir kappast um okkara tíð og uppmerksemi? Spurningurin var á breddanum á Kambsdali seinnapartin í gjár, tá allir miðnámsnæmingar í Klaksvík og á Kambsdali savnaðust í nýggju miðhøllini á Kambsdali. Imran Rashid, serlækni og rithøvundur, helt fyrilestur um evnið og svaraði eisini áhugaverdu spurningunum frá næmingum og lærarum.

 

“Øll frambrot hava eina forsíðu og eina baksíðu. Tað er umráðandi, at vit eisini eru tilvitað um baksíðuna,” segði Christian Joensen, rektari á Kambsdali, tá hann beyð vælkomin. “Mítt ynski er ikki, at vit peika eftir hvør øðrum. Lat okkum heldur standa saman og blíva klókari um hesa avbjóðingina.” Síðani bjóðaði Christian Imrad Rashid vælkomnum.

Í fyrilestrinum spurdi Rashid ‘Hvør ræður í tínum lívið?’ Á ein livandi og upplýsandi hátt viðgjørdi hann, hvat ávirkar okkum, hvussu heilin virkar, og hvussu okkara førleikar mennast gjøgnum vitan og reflektiónir.

Tað er avgerandi, at vit stýra tí, sum vit hava stóran hug til, men sum mangan stendur í andsøgn til vitan og reflektiónir. Trupulleikin er ikki at gera ting einaferð, men heldur, tá vit ikki kunnu lata vera. At brúka telefonina er ikki trupulleikin, men heldur, tá telefonnýtslan yvirtekur og stjelur tímarnar, uttan at vit megna at steðga á. Rashid vísti á, at stórur partur av teimum allar størstu fyritøkunum í heiminum tjena pening við at gera fólk bundin. Tey ynskja at trekkja okkum til sín, so vit missa tamarhaldið, tí vit lata kenslurnar og hugin ráða heldur enn tilvitið.

At enda nevndi Rasid, at vit eiga í flokkinum og skúlanum at sígga tey, vit eru saman við sum okkara sosiala miðil. Tað er har vit fáa og menna eftirspurdar førleikar, so sum okkara evni at samskifta, at vísa empati og fremja kritiska hugsan. Eginleikar, sum bæði makar, arbeiðspláss og samfelagið eftirspyr.

At fáa tamarhald á skíggjanýtslu er ikki einfalt. Kappingin um okkara uppmerksemi og vanar er stór. Tí hevur Betri trygging sett í verk átakið SkíggjaSunn. Ein partur av hesum átaki var fyrilesturin og vitjanin hjá Imran Rashid á Kambsdali í gjár. Eitt áhugvert og hugvekjandi tiltak.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøkini móti Russlandi raka Føroyar me…
Norðoya Listafelag 40 ár
Úrslitið av seyða­sýning­ini 2025
Próvtøkur og verjuskip
Eru Eysturoyar og Norðoya Tjóðveldisfelø…
Stórar sparingar á Fróðskaparsetrinum
Koyra vit útav við ES á GPS’inum?
Vesturríki og dómurin í Haag
Mental sjálvverja í eini talgildari tíð
Myndarøð: Mjølnir gjørdi onki við Sliede…
Stuðul frá Lions skal læra børn og ung a…
Kann ein lands­stovnur av sínum eintingum…
Lagt í pottin til eitt heitt kvøld
Vunnu toppdystin
Vónar nógvar áskoðarar í Badminton­høllin…
Almenn móttøka
Jóhan Christiansen — eitt ekkó frá Elian…
Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð