Stórar sparingar á Fróðskaparsetrinum
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er ætlanin, at Fróðskaparsetur Føroya skal spara í ein mun, sum ger, at játtanin til Fróðskaparsetrið er minkað við 12,8 milliónum síðani 2021. Tað merkir, at Fróðskaparsetrið má minka um virksemið í næstum. Ítøkiliga merkir tað, at upptøka til søgu, samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði bert verður 2. hvørt ár, til listarligt arbeiði 3. hvørt ár, og at ætlanirnar um at taka ein eyka pedagogflokk upp verða sleptar
Rektarin á Fróðskaparsetrinum, Martin T. Zachariassen, hevði í gjár kunnandi fund í Kongshøll fyri starvsfólkunum, sum hann sigur ”tíverri ikki hevði so gleðiliga skrá”. Kunningin snúði seg um skerdu játtanina til Setrið í fíggjarlógini, sum sigur, at ”Við generellu sparingunum, sum eru í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026, er okkara játtan í roynd og veru minkað við 12,8 milliónum krónum síðani 2021, og tí mugu vit [Fróðskaparsetrið, blðm.] minka um okkara virksemi”.
Næstu seks mánaðirnar fer rektarin saman við fakultetsleiðslunum, fyrisitingarleiðsluni og m.a. Samstarvsnevndini at gera ítøkiligar ætlanir fyri spariátøkini, sum skulu íverksetast næstu fýra árini, og tey verða, at upptøka til bachelor í søgu, samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði verður annað hvørt ár framyvir, upptøka í listaligum arbeiði verður triðja hvørt ár, at undirvísingarnormurin á bachelor í sjúkrarøktarfrøði verður umlagdur, og fyrisitingin somuleiðis, og at royndirnar at taka ein eyka flokk upp av námsfrøðingum verða sleptar.
Rektarin legði afturat, at um ætlaða skerjingin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verður samtykt, mugu eisini onnur átøk gerast aftrat fyri at halda játtanina. Rektarin endaï kunningarfundin við at siga, at hann harmast stórliga um støðuna og vónar, at Løgtingið strikar ætlanina.