Lýsing
Lýsing
Lýsing

Chuck Berry, rokkpápin, verður heiðraður

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.09.2018 - 10:17 Tíðindaskriv

Ávikavist 12. og 13.septembur - bæði kvøldini kl tjúgu - fara tónleikarar at heiðra Chuck Berry, 1926-2017, í Spaniustovu og á Reinsarínum. Talan er um heiðurskonsert og frásøgu.

John Lennon segði: “Um tú vildi givið Rock’n’Roll eitt annað navn, kundi tú kalla tað fyri Chuck Berry.”

Tað vóru fleiri fedrar at rokkinum, men ongin so slóðbótandi sum Chuck Berry. Hann gjørdi guittaran til stjørnu - frá at vera eitt rútmuljóðføri til at spæla aftanfyri høvdi, og hann gjørdi tær fyrstu Rock’n’Roll pallrørslurnar (Duck walk.) Hann var eisini tann fyrsti rockhøvundurin, sum skrivaði bakgrundstekstin til ungdómin í 50’unum, og var við til at ítøkiliggera tann nútímans tannáringin. Langt áðrenn Dylan kommenteraði hann samfelagið til rokkrútmur – og Lennon mátti seinni ásanna, at Berry smíðaði gávaðan lyrik meðan hini sungu “Baby I love you” í 50’unum.

Hann hevði alstóra ávirkan á alt, sum kom aftaná – frá The Beatles og The Rolling Stones til ein hvønn bólk, sum kallaði seg sjálvan Rock and Roll. Hann skrivaði Sweet Little Sixteen og School Days um lívið sum tannáringur, Roll over Beethoven um hvussu Rock’n’Roll broytir søgunar gongd (Roll over Beethoven and tell Tchaikowsky the news), Rock and Roll Music sum brúkaávísing til vóngóðar rokklærlingar (It’s got a back beat you can’t loose it), og tjóðsangin hjá øllum vónríkum rokkarum, Johnny B. Goode. Og hitløg sum Maybellene, Memphis Tennesee, You never can tell og No particular place to go.

 

Kent frásøgufólk og vælatónleikarar

Á kvøldsetuni sigur Meinhard Jensen frá um Rock’n’Roll undangongumannin Chuck Berry, og stjørnuløg hansara verða tulkaði av vælatónleikarunum, abba- og langabbasynir Berry’s í andanum: Janus Petersen, gittar, Jens Pauli Joensen, trummur, Jógvan Fróði Baldvinsson, bas, og Rani Nolsøe, gittar.

Bjarga tær ein ferðaseðil aftur til 50’ini, tá heimurin var borðin av nýggjum, og nútíðin byrjaði, á www.atgongumerki.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum