Lýsing
Lýsing
Lýsing

Býarskái í november - Runavíkin spílar seg út!

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.09.2018 - 14:41 Tíðindaskriv Vinna

Hví ikki vera í góðari tíð við jólagávunum í ár?! Og samstundis hoyra góðan tónleik og eta góðan mat? Kom til Runavíkar 10. og 11. november, tá góð handilstilboð, upplivingar og tónleikur seta dám á økið.

Sjóneykan verður aftur sett á Runavíkina, tá handilslívið og Løkshøll skipa fyri upplivingum og seta hol á eina rimmar jólasølu.

Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har handlarnir hava longt sínar upplatingartíðir.  Fleiri handlar skipa fyri serstøkum upplivingum ella kappingum. Streetfood verður í býnum, matstøðini bjóða okkurt gott til góman og harumframt bjóðar Løkshøll til stórsligna konsert við Teiti Lassen. Teitur er útgávuaktuellur við ”I Want to be kind”, og konsertin við honum verður leygarkvøldið 10. nov kl. 20.00. Tilber at keypa atgongumerki á www.loksholl.fo  .

Fleiri gistingarmøguleikar eru eisini í økinum, so til ber at gista og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, taka sær av løttum og uppliva, hvussu Runavíkin spílar seg út eitt vikuskifti í november.

Neyvari skrá verður á heimasíðuni hjá Visit Runavík – www.visitrunavik.fo ella á facebooksíðuni hjá Visit Runavík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum