Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lívgað sjófólk í eina øld – Sjómansmissión 1918-2018

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.09.2018 - 14:47 Mentan Tíðindaskriv

Í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin 100 ár á baki, og í hesum sambandi hevur Frants Jensen, journalistur, Fuglafjørður, skrivað sera forvitnisliga bók.

Bókin gevur lesaranum eitt søguligt yvirlit, frá byrjan og heilt til okkara dagar. Nomið verður við íðin undangongufólk og virkin tænastufólk gjøgnum tíðirnar, eins og forvitnisligar hend- ingar. Arbeiðið byrjaði í Suðuroy, men breiddi seg um alt landið við sjómansstovum og sjó- mansheimum. Sjómansmissiónin fylgdi eisini við føroyskum fiskimonnum til Íslands, Grønlands, Bretlands og Danmarkar. Soleiðis er ein høvuðstráður gjøgnum bókina, at arbeiðið støðugt hevur verið lagað til broyttu umstøðurnar hjá serliga fiskimonnum okkara.

Bókin kemur eisini inn á brotið eftir seinna heimsbardaga, tá sjómansmissiónin fór í tvíningar. Í nýggjari tíð hevur ein høvuðstáttur verið at vitja umborð á skip og bátar í Føroyum,

umframt mongu sjómanskvinnuringarnir kring landið. Allir hesir tættir verða lýstir í bókini. At enda eru stuttar samrøður við sjómenn í dag, um hvat teir halda um sjómansmissiónina.

“Lívgað sjófólk í eina øld” er 214 blaðsíður, við hópin av forvitnisligum myndum, bæði svart/hvítar og í litum. Bókin kostar 259 kr. og fæst í bókahandlum og øðrum handlum kring landið, umframt frá Heimamissiónsforlagnum, herundir nethandlinum keyp.mission.fo

Seinni í september og í oktober skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri seks hugnakvøldum um landið, og tá verður bókin eisini løgd fram.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum