Starvið sum vinnu- & mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu er nú leyst at søkja
Klaksvíkar Kommuna lýsur nú í miðlunum eftir umsóknum til starvið sum vinnu- og mentanarstjóri. Starvið er áramálsett og starvstíðin er fýra ár. Starvstíðin hjá verandi mentunar- og vinnustjóra gekk út í vár.
Tá undanfarna býráð setti nýggja leiðslubygnaðin í gildi, varð avgjørt at tey fýra ovastu leiðarastørvini hjá Klaksvíkar Kommunu; kommunustjórin, tekniskistjórin, trivnaðarstjórin og vinnu- og mentanarstjórin, skuldu verða áramálsett í fýra ár.
Men fyrr í ár avgjørdi fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar Býráð at kommunustjórin Tummas T. Eliasen, skuldi halda fram í starvinum.
Men í stuttari viðmerking sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri, at á fíggjarnevndarfundi, var avgjørt at halda fast við áramálssetanina av Vinnu- og mentanarstjóra starvinum, og tí er nú leyst at søkja starvið.
Umsóknarfreistin er mánadagin 22. oktober 2018 kl. 12:00.
Sí lýsing her