Lýsing
Lýsing

Kim Jung Un og pallsetta haturstalan

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  10.10.2018 - 16:58 Lesarabrøv Tíðindi

Kim Jung Un tykist at verða høgt í metum millum summi. Einaræðisharri og hópdrápsmaður, ið m.a. avrættaði pápabeiggjan og síðani tók lívið av beiggjanum, umframt hann persónliga síðani 2011 hevur givið boð um at avrætta hundraðtals onnur. Hetta er altjóða staðfest.

Hesin despotur og hansarar valdshavar hava harumframt fongslað, pínt og myrt 100túsindir av sínum landsmonnum undir heitinum sosialistiska fólkarepublikkin Norður Korea. 

 

Herferðin

Í tilrættislagdari herferð móti R7, sum byrjaði í sendingini Pressan fríggjamorgunin um haturstalur, hevur KvF grivið trý orð úr sendingini Andøvsløtan í mars, har Kim Jung Un varð eyknevndur  “skeivoygt sosialistiskt knetti”? 

Hildið var fram í D&V mánakvøldið, har tjóðveldismaðurin úr Vestmanna sleppur at gera seg til høvuðsoffur og soleiðis skora bíligastu politisku poengini síðani KvF-jagstranina av borgarligu samgonguni frá 2011 til 2015.

Tí hvar er sambandið millum tjóðveldismannin á gosi nú og sendingina á R7? Hann lætst jú slettis ikki um vón fyri meira enn hálvum ári síðani, tá tað var alkunnugt, at annar firtin sosialistur hevði kært R7 til fútan?

 

Áminning?

Í sendingini var eisini borðreitt við landsstýriskvinnuni, sum sálvumikil kundi avdúka, at hon sjálvsagt fullvæl skilti tjóðveldismannin, og at hon m.a. fór at senda R7 við áminning um at halda treytirnar?

Týskvøldið var so long endurtøka av mánakvøldssendingini, nú penslað við brotum úr lógargreinum um loyvistreytir?

Henda áhaldandi pátikna umsorganin móti haturstalu er kanska ikki tilvildarlig. Ikki er óhugsandi at endamálið er at ávirka ákæruvaldið (7 mánaðar aftaná orðingina um hópdrápmannin) at reisa rættarmál ímóti R7, so borgarliga rásin verður skerd ella tagnar? 

 

Reiðmenn

At eitt sjálvbestaltað lið av vinstrahallum reiðmonnum umvegis KvF aftur setir skránna á politiska vøllinum, er ørkymlandi. Tilrættislagda atferðin móti R7 kann (ó)beinleiðis vera orsøk til, at sendistøðin missir miðlastuðul ella sendiloyvi.

Hetta fellir tó neyvan í gaddajørð hjá teimum, sum eru um at sálast av, at R7 umboðar annað enn “røttu” vinstrahallu mainstream tíðindini úr Sortudíki og Miðlahúsinum.

Høvdu ráðharri og parlamentarikari í øðrum londum hótt óhefta sendistøð um afturtøku av loyvi og stuðli og boðað frá, at ætlanin var at knæseta skipan við sensur, hevði hetta ótolsemið volt harðlig mótmæli og hevði burturav verið uppfatað sum ein gøla. Men ikki her.

Við almennu fráboðanini í D&V var ætlanin eyðsýniliga at ávirka ákæruvaldið at reisa sak móti R7 og soleiðis skerja talufrælsið, ið annars er hornarsteinurin undir fólkastýrinum.

At politiski myndugleikin hóttir talu- og skrivifrælsið er áminning um, at spurnartekin kann verða sett við, um Føroyar yvirhøvur kunnu roknast at vera eitt rættarsamfelag? 

 

Moralski sársakin?

Men hvar er moralski sársakin hjá miðlinum og siðalagshirðunum tá samanumkemur?

Hvar var teirra firtni og harmur, tá KvF sendi framhaldssendingar um syndarliga eldsbrunan, har borgarstjórin í Havn bleiv illgitin og missnýttur fyri at røkka produseraða úrslitinum hjá miðlinum?

Ella hvar var moralska hveppilsi, tá miðilin í hatskum manipulerandi raðsendingum illgitti uppisjóvarvinnuna fyri at stjala fólksins ogn?

Og hvar var moralska vamlið, tá formaðurin í Fólkaflokkinum í fleiri sendingum nærum varð jagstraður til deyðis og varð lagdur fyri hatur millum manna?

Fyri ikki at gloyma niðrandi og ósakligu viðferðina av Betri um ársskiftið og síðani óhugnaligu herferðina hjá Miðlahúsinum móti løgtingsmanninum á Tvøroyri, sum bleiv skýrdur at vera rúsevnishávur? 

Tá hoyrdist einki frá sjálvnevnda moralska prestaveldinum um fake news, illgitingar og haturstalu. 

 

Lótir

Tí er alt tað beru politisku lótir, har sjálvnevndir politiskir yvirdómarar kostnaðarleyst sleppa at definera munin millum rætt og rangt, og har tey ákærdu náðiligast sleppa at vera áskoðarar til tilgjørdu skueprosessina, har úrslitið er definerað frammanundan.

At fjøld av hampaføroyingum alment - í skrift og talu av politiskum samsintum hjá moralsku elituni, javnan verða ákærd at vera rasistar og stuðla fasistoidum rákum, vekir als ongan sársaka ella forkvabbilsi hjá elituni. Tvørturímóti halda summi gneggjandi, at hesar staðfestingar ríka rúmliga orðsskiftið millum manna....

Spennandi at vita, hvussu nógva politiska bótarsúpan miðilin kann kóka afturat av piðaðu beinunum, har pallsetta haturstalan var hissini staðfesting av leiðara, sum heldur túsindum av ósekum undir sínum sjúkliga sosialistiska og nationalistiska jarnhali.

 

Hetta er so tíðindaverðin anno 2018.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…