Lýsing
Lýsing
Posta hevur longu selt sín bygning til Klaksvíkar kommunu. Her skal nýtt Mentantarhús og býráðssalur verða í framtíðini á adressu nr. 1 í Klaksvík

Regionaliserað Posta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2018 - 08:30 Leiðarin Vinna

Løgtingsmál nr. 34 um at einskilja Posta er á dagskránni í dag. Norðlýsið heitir á tingið um at privatiserað Posta í smáum, tí hetta er besta trygd fyri, at veitingarskyldan verður yvirhildin. Tá ikki er langt frá útberara til móttakara, so verður skyldan munandi lættari at yvirhalda.

Onki er at taka seg aftur í, at tað eru fólk á staðnum, sum kenna best til lokaløkið, og tað at tað verða fólk á staðnum, sum man fær kontaktað, tá okkurt er á vási, t.d. ein klaga, seinking ella líknandi, ger altíð, at málið kann loysast skjótari. Lokalfólk vita eisini best, hvar kunngerast skal.

Vit mugu síggja í eyguni, at tíðin við posthúsum í flestu bygdum er ein saga blot. Tað var sera hugnaligt at fara á Posthúsið at senda V4-seðlar, fáa útgjald, móttaka jólapakkar, og hóast tað var knapt so hugaligt at gjalda girokort og fyri summi at móttaka tundurkassar, so var posthúsið eitt sosialt savningarstað fyri lokalsamfelagið, har man ofta fekk eitt gott prát í lag. Men tann tíðin er farin og kemur ikki aftur.

Seinnu árini eru nøgdirnar av pappírsbrøvum minkaðar ótrúliga nógv og skjótt. Somuleiðis eru posthúsini fækkað nógv í tali, og vit hava sæð matvøruhandlar (!) yvirtaka ein part av leiklutinum. Men tað er áhaldandi stórur tørvur á eini vælvirkandi posttænastu, kanska fyrst og fremst til pakkapost.

Vinnumálaráðið ætlar nú at privatisera Posta, og um 10 ár er ætlanin at gevast við veitingarskylduni. Hetta síðsta er neyvan nakað gott hugskot, men vit lata tað liggja í hesum umfarinum. Ein privatisering kann saktans vísa seg at fara at virka væl, men spurningurin er, um tað veruliga er neyðugt at privatisera 1:1.

Strandfaraskip Landsins og Bygdaleiðir hava upplivað eina avmarkaða privatisering, har tær ymisku leiðirnar verða bodnar út hvør sær. Tað er sostatt ikki neyðugt at leggja boð inn uppá alt SSL, men nóg mikið er at bjóða uppá t.d. busskoyring til Oyndarfjarðar, sigling út í Mykines og so framvegis.

Onki er at taka seg aftur í, at tað eru fólk á staðnum, sum kenna best til lokaløkið, og tað at tað verða fólk á staðnum, sum man fær kontaktað, tá okkurt er á vási, t.d. ein klaga, seinking ella líknandi, ger altíð, at málið kann loysast skjótari. Lokalfólk vita eisini best, hvar kunngerast skal.

Í fimm av teimum seks sýslunum – Vágum, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjum og Suðuroy – finnast longu vælvirkandi tolleftirlit, sum upplagt kunnu fara í tætt samstarv við regionalu postaktørarnar um pakkapost.

Fyri kommunurnar, eins og handils- og lýsingarvinnurnar hevði hetta somuleiðis verið ein fyrimunur. Í staðin fyri at senda lýsingarbløð í hvørt hús í øllum landinum, hevði borið til at málrættað tilfarið betri við økjunum í huga, og spart kundi verið í útberingarútreiðslum til at koma runt í øki, sum eru uttanfyri málbólkin kortini. Av tí sama høvdu vit havt munandi minni spill av bæði pappíri og plasti.

Tí skal tað vera ein áheitan hiðani á Vinnumálaráðið um at privatisera Posta í smáum, har tað til dømis verður gjørligt at bjóða uppá postútbering í hvørjari av teimum seks sýslunum sær. Hetta er allarhelst samstundis besta trygd fyri, at veitingarskyldan verður yvirhildin aftaná eina privatisering, tí at tað ikki er langt frá útberara til móttakara ger, at skyldan verður munandi lættari at yvirhalda.

Tað er til dømis ongin trupulleiki at koyra úr Klaksvík til Kunoyar við einum einstøkum brævi, meðan tað lættliga kann hugsast, at ein miðsavnað, privat postverkstænasta í miðstaðarøkinum hevði bíðað, inntil meira var at bera út, áðrenn hon koyrdi teir 174 kilometrarnar aftur og fram. Somuleiðis fáa vit eisini regional “posthús” ella “hubbar” í teimum seks sýslunum, sum allur postur kemur til, áðrenn hann fer út í krókarnar, og sum við fyrimuni kunnu samstarva við tolleftirlitini, sum longu eru regional.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…