Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fíggjarstýringin hjá býráðsmeirilutanum ikki góð nokk

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  23.10.2018 - 09:24 Politikkur Tíðindi

Tað heldur Beinur Johannesen, limur í Klaksvíkar Býráð. Tað kann ikki góðtakast um býráði ætlar at fíggja yvirnýtslu við lántøku í góðu tíðunum, sum vit hava í dag, sigur býráðslimurin. Hann finst eisini av at kommunan ikki hevur megnað at niðurgoldi skuld naka nevnivert seinastu árini.

Norðlýsið skrivaði fríggjadagin, at Klaksvíkar Kommuna hevur brúkt 15 mió. kr. ov nógv í mun til játtanina fyri 2018 í miðbýnum:
 
….Um hugt verður eftir inniverandi fíggjarárið, so vóru játtaðar tvær milliónir krónur til sjóhita skipanina í miðbýnum, men sum Norlýsið nú skilur eru 6,5 mió. kr. brúktar í ár, sum er 4,5 mió. kr. meira enn býráðið hevur játtað.
 
Taka vit so arbeiði, sum kommunan stendur fyri í miðbýnum, økið kring nýggju íbúðirnar, vatn kanal, tvær brúgvar, instalatiónir (frárokna sjóhitaskipanina), vóru 7,7 mió. kr. játtaðar.  Sum skilst eru útreiðslurnar í 2018 heilar 17,5 mió. kr. sum er næstan 10 mió. kr. meira enn játtað er. Sostatt skal býráði játtað umleið 15 mió. kr. meira til arbeiði í miðbýnum í ár…..
 
Fíggjarstýringin ikki góð nokk
Beinur Johannesen, sum er partur av minnilutanum í býráðnum,  sigur at fíggjarstýringin er als ikki nøktandi og tað hevur merkt arbeiði í býráðnum hetta seinasta árið.
 
-  Í januar í ár (2018) fingu vit at vita, sum kunning frá borgarstjóranum, at kommunan hevði brúkt nakrar milliónir mera í miðbýnum í 2017, enn játtað var.
-  Beint áðrenn summarferiuna fingu vit eisini at vita, at meira peningur var brúktur í miðbýnum í ár enn roknað var við. Men samstundis varð sagt at leiðslan arbeiddi við at finna fígging til hetta.
-   Men síðani hava vit einki hoyrt og tað er als ikki nøktandi at vit eins og øll onnur, bara kunnu eygleiða meirnýtsluna  hjá býráðsmeirilutanum frá síðulinjuni.
-   Vit hava enn einki hoyrt um hvussu man ætlar at fíggja meirnýtsluna.  Ætlar man at fremja sparingar, so er tað sera seint at koma við sparingum nú.
-  Vit fara ikki at góðtaka at kommunan skal út at lána pengar, samstundis sum inntøkurnar seta met.
-  Hóast tíðirnar seinastu árini hava verið framúr góðar, hevur kommunan ikki megnað at niðurgoldi skuldina nevnivert og tí er kommunuskuldin áleið á sama støði, sum hon var í 2012.
 
Sjálvsognarstovnur skal eiga handilshølini
Dimmalætting skrivaði fyri kortum at Klaksvíkar Kommuna hevði bundi seg til at keypa
Handilshøli í veghæddini á Biskupstorginum fyri 28 mió. kr. tá íbúðirnar vera tiknar í brúk. Beinur Johannesen, býráðslimur, sigur at enn hevur borgarstjórin ikki sagt hvussu hesin peningurin skal  finnast.
- Vit eru kunnaði um at arbeitt verður við ymiskum loysnum at fíggja yvirtøkuna av handilshølunum, men síðan summarfrítíðina hava vit einki hoyrt.
- Tað er als ikki nøktandi at vit sum býráðslimir ikki eru kunnaðir um hvussu býráðsmeirilutin ætlar at fíggja so stórar peninga upphæddir, sum her er talan um.
- Eg umhugsið í løtuni at krevja málini til viðgerar á býráðsfundi, sigur Beinur Johannesen.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…