Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík er væl fyri at gera fleiri stórar nútímans íløgur – tí vit hava lagt til síðis

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  23.10.2018 - 15:25 Politikkur Tíðindi

Tað var hugaligt í farnu viku at hava tiltakið “Klaksvík í fokus”, har hundraðtals av okkara borgarum tóku av møguleikanum at síggja nakrar av teimum stóru og spennandi íløgunum, sum eru í gerð, og sum fara at gera Klaksvík til ein enn meira spennandi og nútímans bý.

Vit, borgarar í Klaksvíkar kommunu uppliva í løtuni eina ógvuliga spennandi tíð, har søguliga nógvar íløgur verða gjørdar í at gera Klaksvíkar bý enn meira attraktivan og spennandi at liva og búleikast hjá bæði ungum, eldri og ikki minst hjá barnafamiljum.

Millum áhugaverdu íløgurnar, sum í løtuni eru ávegis, harav fleiri ætlandi verða liðugt framdar í 2019, eru 30 nýggjar leiguíbúðir í Biskupstorg, miðbýar handilshølir, miðbýartorg, sjóhitaskipan, skúlabygging á Skúlatrøð (1. byggistig), nýtt ídnaðarøki við Borðoyarvík, Spinnaríið, Bláa Skýlið, rennibreytin við Másheyg o.s.fr. o.s.fr.

Her er veruliga talan um risa framstig og átøk, ið fara at gera Klaksvík enn meira attraktivan og savnandi sum bý og miðdepil í eini kommunu í vøkstri, sum telur góð 5.000 íbúgvar, og einum spennandi og sterkum lokalsamfelag báðu megin Leirvíksfjørð, sum samanlagt telur umleið 10.000 íbúgvar.

Rætt er tað, at vit hesi seinastu árini hava havt søguliga góðar búskapartíðir, men sanniliga er hesin framburður og vøkstur ikki komin av sær sjálvum, tí sum orðafellið sigur, so skulu tað breiðar herðar at bera góðar tíðir. Tað nevniliga í teimum góðu tíðunum, at krøvini eru mest og útreiðslutrýstið  størst.

Tí gleðir tað meg ómetaliga nógv at kunnu siga tykkum borgarum frá, at vit í Klaksvíkar býráð hesi seinastu árini veruliga hava spart upp til tær íløgur, sum nú verða gjørdar í býi og kommunu okkara, og tí letur tað seg nú gera at fremja nógvar stórar íløgur í senn, uttan at tað er neyðugt hjá kommununi at taka stórvegis av láni til fígging av hesum.

 

Fíggjarliga væl bjálvað kommuna

Samlaða lántøkan hjá Klaksvíkar kommunu er nú komin niður á 123 mió. kr. Harafturat hevur Fíggjarmálaráðið trýst 17 mió. kr. oman yvir kommununa frá eldraaøkinum, soleiðis at samlaða lániskuldin verður 140 mió. kr. í dag.

Samstundis sum vit hava goldið niður skuld, hava vit spart upp pening á bók, sum er ætlaður til íløgurnar, sum nú eru í gerð, og Klaksvíkar kommuna hevði við ársbyrjan uppspart 52 mió. kr.

Draga vit hesa uppsparing frá lániskuldini, síggja vit, at nettoskuldin hjá kommununi er 71 mió. kr. + tær 17 mió. frá eldraøkinum ella samanlagt 88 mió kr.

Hendan nettoskuldin skal samanberast við árligu skattainntøkurnar hjá kommununi, sum eru 227 mió. kr. og árligu inntøkurnar fyri eldraøkið á umleið 46 mió. kr. ella ein samlað ársinntøka uppá 273 mió. krónur. Nettoskuldin er sostatt pr. í dag bert ein triðingur av samlaðu kommunalu ársinntøkuni, og samlaða brutto lániskuldin er líka omanfyri helmingin av samlaðu kommunalu ársinntøkuni hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Umráðandi at halda fokus

Tað verður dúgliga gitt – og eisini gitt skeivt – at kommunan nú ger so nógvar stórar íløgur, sum hon ikki hevur ráð til o.s.fr. Tí gleðir tað meg sum borgarstjóra at kunna greiða frá, at vit sum býráð hava fyrireikað og planlagt hesar stóru íløgur í fleiri ár og hava spart upp til hesar, og tí er kommuna okkara væl bjálvað til nú at fremja hesar í verki – uttan nevniverda lántøku.

Sjálvandi eru avbjóðingar á vegnum, tá ein tekur stór framtøk, eitt nú at onkrar íløgur gerast dýrari enn væntað – alt annað vildi verið løgið – men hetta eru vit væl fyrireikað og bjálvað til at taka, tí vit hava fyrireikað okkum væl, og vit hava spart upp.

Hetta valskeiðið havi eg sum borgarstjóri og við sum býráðsmeiriluti sett okkum fyri at halda fokus á verandi íløgur, soleiðis at hesar verða gjørdar heilt lidnar, áðrenn ov nógvar nýggjar verkætlanir verða tiknar afturat.

Eg haldi, at hetta er eydnast okkum rímiliga væl, og vóni, at okkara borgarar eisini síggja, at vit veruliga leggja okkum eftir dyggari fíggjarstýring, samstundis sum vit hava sett okkum stór mál, sum fara at nútímansgera og flyta henda býin og hesa kommununa inn í eina enn meira spennandi framtíð.

Eg takki fyri tykkara stóra álit, og saman við býráðsmeirilutanum kann eg lova øllum borgarum, at alt verður gjørt fyri at liva upp til hetta álit, soleiðis at vit í felag kunnu skapa eitt lokalsamfelag, sum er sterkt á øllum økjum, bæði vinnuliga, trivnaðarliga, mentanarliga, tekniskt, umhvørvisligt – og, ikki minst, eisini fíggjarliga.

 

Klaksvík, 23. oktober 2018

Jógvan Skorheim
Borgarstjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samrøða við Rakul Ró Steintórsdóttir og…
Samrøða við Hanus Kjølbrø
Samrøða við Terji Rasmussen
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…
Lágu laksaprísir­nir eru ikki bara ringir
Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9
Samgongan revsar reiðarí í Klaksvík