Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú ber til at søkja um stuðul til ferðavinnumenning

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.11.2018 - 13:33 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Nú ber til at søkja um stuðul til ferðavinnumenning

Í juli 2018 varð nýggj kunngerð um stuðul til ferðavinnumenning sett í gildi, ið gevur Visit Faroe Islands heimild at lata vinnuligum menningarátøkum innan ferðavinnu fíggjarligan stuðul.

Stuðulsskipanin verður roynd í eitt tíðarskeið og eftirmett í 2019, tá Visit Faroe Islands hevur fingið fleiri royndir við skipanini.

Endamálið við stuðulsskipanini er at birta undir og stuðla vinnuligum átøkum innan ferðavinnu, ið stuðla menningini av eini ábyrgdarfullari og burðardyggari ferðavinnu kring alt landið. Stuðulin verður latin til at seta nýggj tilboð og átøk innan ferðavinnu í verk. Tað ber ikki til at fáa stuðul til íløgur ella rakstur.

Øll hava møguleika at søkja um stuðul, um treytirnar eru loknar, tað verði seg einstaklingar, fyritøkur ella felagsskapir. Sí meira um treytirnar á Vinnusíðuni á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

Hvat kann stuðul verða latin til

Allar vinnuligar verkætlanir innan ferðavinnuna kunnu sum útgangsstøði fáa stuðul.

Tað ber til at fáa “persónligan” stuðul til ráðgeving, skeiðsvirksemi v.m. sum partur av hugskots- og førleikamenningini.

Til ber at fáa stuðul til fysiskar hentleikar ella útgerð við teirri treyt, at teir eru “almenn ogn” og tøk fyri øll at nýta. Til dømis kann tørvur vera á eini gøtu, beinkjum, eini atløgubryggju, einum útsýnisstaði ella kunnandi skeltum í samband við, at okkurt nýtt tilboð verður sett í verk.

Umsóknarfreist

Umsókn skal sendast Visit Faroe Islands í góðari tíð áðrenn tiltakið byrjar. Í 2018 er umsóknarfreistin mánadagin 3. desember.

Meira kunning um stuðulsskipanina og vegleiðing um treytir o.a. er at finna á Vinnusíðuni á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum