Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Kringvarpið telur bara upp í seytjan!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  09.11.2018 - 17:18 Poddar Tíðindi

Sambært sitandi tíðndaleiðaranum í Kringvarpinum í sendingini PRESSAN verður virðið av einum uppskoti hjá andstøðuni vigað, alt eftir um roknast kann við at seytjan atkvøður eru aftanfyri uppskotið. Metir stovnurin at minni enn seytjan atkvøður kunnu vinnast fyri uppskotinum, so verður tað ikki viðgjørt fakliga, men bara slept út í luftina óviðgjørt!

Vit, sum hava verið virkin innan føroyskar fjølmiðlar, bæði teir privatu og teir almennu, vita at orkan er avmarkað – og, at tað kann vera sera orkukrevjandi at fáast við seriøsan kritiskan tíðindaflutning.  Orðini hjá tíðindaleiðaranum eru tí ein sera álvarslig viðmerking um føroyskan tíðindaflutning, um almenna føroyska orðaskiftið, og um støðuna hjá fjórða ríkisvaldinum í einum so lítlum fólkaræði, sum í Føroyum.

Er politiski sannleikin, ella politiska álvarsemi so relativt í Føroyum, at seytjan atkvøður í Løgtinginum kunnu avgerða hvat ið er rætt ella skeivt? Seytjan atkvøður kunnu sjálvandi avgerða um eitt mál verður lóg ella ei. Men, seytjan atkvøður í tinginum, kunnu ikki avgerða um eitt mál er vert at viðgera ella ikki!

Eg havi djúpa samkennslu við føroyskum fjølmiðlafólkum!  Hvussu og hvaðani skulu tey finna tíð og pening til at kanna tey uppskot og tær atfinningar ein andstøða (hvør hon so er!!!) kemur við? Hvørki teir alemnnu, enn minni teir privatu fjølmiðlanir hava orku til at keypa sær ta servitan, ið er neyðugt fyri at viðgera mong av hesum uppskotunum til fullnar.

Tí noyðast vit at geva løgmanni rætt, tá hann í sendingini PRESSAN segði, at andstøður (legg til merkis, hann segði andstøður, ikki bara núverðandi andstøðan), alt ov lætt sleppa at tveita um seg við uppskotum, ið kosta milliónir – ja, hundratals milliónir – uttan at fjølmiðlafólkini støðga teimu á og spyrja, hvør skal so gjalda fyri milliónaíløguna, ella hvør skal svíða fyri millilónamissin?

Í nevndu sendingini PRESSAN bleiv løgmaður eisini spurdur um ”fake news” – um villeiðandi kunning, tí hettar evni bleiv nýliga viðgjørt á fundi í Norðurlandaráðnum í Oslo, har løgmaður helt røðu.

Men, løgmaður helt ikki, at fake news, villeiðandi kuning, er eitt organiserað fyribrygdi í Føroyum. MEN, um fjølmiðlamastadonturin í Føroyum bara telur til seytjan, fyri at gera eitt evni viðgerar verdugt, so hava ”fake news” profetanir gyltar dagar í Føroyum!

Tí - og tað er her álvarin veruliga kemur inn!  Ein ávísur partur av fjøldini leggur onki í sannleika og fakta. Tey ynskja bara at hoyra og at lesa tað teimum hugar at hoyra og lesa, sum er tað tey frammanundan eru samd við. Fakta, kunning og sannleiki hava alls ongan, ella lítlan, týdning fyri teimum. Tey vilja bara sannførast um sína egnu áskoðan. Og tað er her summir politikara fiska, og fiska við stórum ágrýtni! Kannska serliga andstøðupolitikarar.

Her eru vit í heiminum hjá Trumph, sum er heimsins stórsta ”reality stjórna”, og sum dugir hendan kynsturin betur enn nakar annar, at lata seg leiða av fjøldini, heldur enn at leiða fjøldina! At siga teimum tað tey ynskja at hoyra, hóðast tað hann sigur mangan er ein beinleiðis vreingjan av sannleikanum.

Trumph veit at tað virkar, og tað gera andstøðupolitikarnir kannska eisini? Og soleiðis fáa ávísir skrupluleysir hartrópandi ein fyrimun undan vali, tí bara samgongan skal standa til svars fyri sínum pástandum og lyftum. Eisini føroyskir politikarar duga tann kynsturin, at tveita um seg við atfinningum og lyftum í skrivaðu fjølmiðlunum, og at sleppa sær frammat í loftbornu fjølmiðlunum, tá ið høvvið býðst!

Tey snildastu ella frekastu av teimum hava langt siðani funnið útav, at tey kunnu siga hvat sum helst, hvussu ør og hvussu dýr hugskotini enn eru, tí ongin setur kritiskar spurningar. So mikið fekk ein so burturúr seinstu sendingini undir heitinum PRESSAN.

-

Ein lítil viðmerking í sendingini PRESSAN mundi helst vera ein brølari, tá ein av fjølmiðlaluttakarunum segði, at løgmaður skuldi blanda seg uttanum, hvat fjølmiðlanir velja at kunngera ella ikki. Viðkomandi segði, at fjølmiðlafókini eru fult útbúgvin til at taka dagar imillum í hesum førum.

Vit yvast onga løtu í, at tey eru búgvin og útbúgvin til tess. Men, beinleiðis at nokta løgmanni at hava og at siga sína meining um tiðindaflutning, tað er eitt slag av journalistiskari arrogansu, sum mong av okkum ræðast.  Sjálvandi skal løgmaður ikki diktera hvat ið skal almannakunngerðast ella ikki - men, huksunnar- og talufrælsið er galdandi fyri øll! Vónandi eisini fyri Føroya løgmann?

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…