Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bretland verður framvegis knítt at felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES eftir Brexit

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.11.2018 - 11:34 Politikkur Vinna

Stórur spenningur er í stóra Bretlandi nú enski premierministarin, Theresa May, ætlar at leggja eitt semju, sum Bretska stjórnin og ES formansskkapurin hava gjørt semju um, fyri undirhúsið í bretska parlamentinum.

Lítil undirtøka tykist verða fyri semjuni tí ósemja er í konservativa flokkinum og í sjálvari stjórnini.
Harafturat hevur andstøðuflokkurin Labor gjørt semju innanhýsis at atkvøða ímóti uppskotinum.
 
Theresa May hevur sagt at “Antin verður tað mín avtala ella verður eingin avtaka” í samband við Brexit.
 
Avtalan, sum nú skal leggjast fyri parlamenti og øll ES londini, verður ikki spádd at hava nakran politiskan møguleika, hóast bretski premierministarin framvegis berjist fyri henni.
 
Sjálv avtalan millum ES og Stórabretland, sum er gjørd í samband við at Stóra Bretland fer úr ES felagsskapinum, er 585 síður og vísir m.a. at tillagingin frá at verða í ES til at verða uttanfyri, er í tíðarskeiðinum frá 30. Mars 2019 til 31. Desember 2020. Tó er møguleiki at leingja hetta tíðarskeiði.
 
Í samband við Fiskivinnupolitikkin er man samdur um at Bretland framhaldandi verður partur av ES fiskivinnupolitikkinum fram til 2020 og tá er ætlanin at nýggjar samráðingar skullu verða um framtíðar samstarvið millum ES og Bretland.
 
 
Avtalan í stuttum:
BORGARASKAPUR
ES borgarar sum hava búð í Bretlandi áhaldandi í fimm ár áðrenn 2021 sleppa at verða verandi. Tey hava eisini rættindi til familjusamanføring. Tað sama er galdandi fyri Bretskar statsborgarar sum búgva í ES
 
 
SAMHANDIL
ES vørur sum eru í Bretlandi áðrenn 2021 verða framhaldandi fevndar av ES reglum og ES MVG lóggávu.
Livandi djór ella onnur djóraproduktir  verða at roknað sum triðalands vørur.
Vørur sum eru á marknaðinum ella sum eru á goymslu upp til tríggjarmánaðar eftir skeringssdato, vera framhaldandi undir verandi felags ES tollreglum.
 
FISKIVINNUPOLITIKKUR
Verður verðandi undir ES lóggávu í tillagingartíðarskeiðinum.
Í 2020 kann Bretland byrja egnar forhandlingar um fiskivinnupolitikkin, sum skulu verða lidnar í 2021. Hettar tíðarskeiði kann ES eisini bjóða Bretlandi at verða framhaldandi partur av ES fiskivinnu samráðingunum.
 
 
Les meira her
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum