Kann ikki longur arbeiða fyri ein óstøðugan forseta
Í uppsagnarbrævinum til amerikanska forsetan, Donald Trump, rør amerikanski verjumálaráðharrin fram undir, at hann ikki longur kann arbeiða fyri ein “erratic” (Red: CNN) forseta, sum sambært orðabókini hjá sprotanum merkir at verða óstøðugur ella “uttan rás”.
Uppsøgnin kemur eftir at forsetin enn einaferð hevur tikið eina týðandi avgerð beint ímóti ráðunum frá ovastu generalunum í amerikanska herðinum, og sínum egnu ráðgevum og ráðharrum.
Uppsøgnin hjá verjumálaráðharranum kom eftir at Donald Trump einsamallur hevur boða frá á twitter at hann tók amerkanskudeildirnar úr Sýria har teir saman við sameindum deildum hava kríggjast við ISIS.
Donald Trump hevur einsamallur kunngjørt at USA hevur sigrað á ISIS og tí kann hann nú luvað upp til vallyfti um at fáa amerikansk herðfólk í Sýria heim.
Ovastu generalarnir og herðnaðarligu ráðgevararnir hjá amerikanska forsetanum eru ósamdir við forsetan og siga at hetta fer at sleppa sameindum bólkum og deildum í økinum upp á fjall og geva ICES møguleika at koma fyri seg aftur samstundis sum russiskar og iranskar deildir fáa frítt spæl í økinum.
Les uppsøgnina her