Lýsing
Lýsing

Seytjandi maðurin – bókaummæli

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  22.12.2018 - 08:20 Mentan

Bókin Seytjandi maðurin er fjórða krimibókin í røðini hjá Steintóri Rasmussen um bindiklubban úr Norðvík, og hesaferð er tað Ronja, ið er høvuðspersónur.

Seytjandi maðurin eftir Steintór Rasmussen – bókaummæli
Innskot, 2018
285 bls.


Bókin Seytjandi maðurin er fjórða krimibókin í røðini hjá Steintóri Rasmussen um bindiklubban úr Norðvík, og hesaferð er tað Ronja, ið er høvuðspersónur. Bókin kann eins væl lesast einsamøll og sum framhald av hinum trimum, ið eita ávikavist Deyðin fer í bindiklubb (2016), Hevndin úr havsins dýpi (2017) og Horvna rósan (2018).

Í stuttum er søgugongdin ein løtumynd av føroyska samfelagnum. Val er í hondum, og verandi løgting er meira ella minni í upploysn, tí so nógv ónøgd er við tey fólkavaldu. Eins og vit sóu í Danmark í 1973 og í Føroyum í 1994 er valið 4. juli 2018 eitt protestval, har ein nýggjur flokkur verður stovnaður. Eftir valið vísir tað seg, at tittulpersónurin – umboðið fyri nýggja Grøna Flokkin – fær lyklalutin at vera avgerandi umboðið. Men hesin doyr so í eini ferðsluvanlukku, sum seinni vísir seg at vera annað enn eitt hendiligt óhapp. Restin av skaldsøguni koyrir eftir “whodunnit”-myndlinum, har persónsgallaríið frá forleyparunum kemur á banan at loysa gátuna.

Sum heild fylgir Seytjandi maðurin somu linju sum undanfarnu bøkurnar í røðini. Allan vegin verða samfelagsligar eygleiðingar gjørdar, sum onkursvegna relatera til veruleikan, og krimiskaldsøgan skrivar seg tí lættliga inn í sosialrealistisku genruna. Bókin er ikki innovativ, skilt á tann hátt, at hon brýtur ikki við krimiskaldskaparligu karmarnar. Høvundurin vísir eitt gott eyga fyri detaljum, og lítil og ongin óneyðug ífylla er. Lesarin hevur kensluna av, at hvør einasti setningur er har av eini orsøk, sum antin gevur meining beinanvegin, ella fer at gera tað fyri plottið seinni.

Høvundurin velur í síni skriving “suspense” fram um “action”. Skaldsøgan er ikki av slagnum, har lík verða funnin í heilum, tíansheldur um biljagstranir ella skotvápn, men ein søga um politiskar intrigur og maktspøl. Tó kann sigast, uttan at siga ov nógv, at meira enn tann eina brotsgerðin er. Lesarin er í tekstinum ein eygleiðari, sum fær serverað leiðitræðrir, men har summi av sporunum, tilætlað ella ei, vísa seg at vera blindgøtur seinni.

Hevur ein lisið hinar bøkurnar, so kennir man bindiklubban aftur – Bjørg, Birita, Ronja, Maria, Anita, eins og Tarina eru aftur við í hesi bókini – summar teirra munandi meira enn hinar. Og plottið líkist eisini, tó at tað hesaferð er meira beinleiðis. Har eygleiðingarnar av og viðmerkingarnar til dagsins samfelag og politisku støðuna eru síðukoyrandi við plottið í eitt nú Deyðin fer í bindiklubb, er politikkur sentrala temað í hesi bókini. Morðið, tí tað verður rættiliga tíðliga í bókini greitt, at talan er ikki um nakra vanliga ferðsluvanlukku, verður beinanvegin hugsað at vera politiskt motiverað.
Illgrunin í krimiskaldsøguni fellir, sum vera man, á nummar tvey á uppstillingarlistanum, men her verður lesarin longu tíðliga gjørdur óbeinleiðis varugur við, at tað ikki kann vera Ronja Róksdóttir, sum hevur framt illgerðina. Hetta er snildisliga gjørt av høvundanum, tí lesarin situr ikki við kensluni av, at skaldsøgan leiðir fram ímóti tí mest upplagda. Óttin fyri einum antiklimaksi verður soleiðis avmonteraður at kalla beinanvegin, men einans fyri lesaranum; illgrunin ulmar framvegis millum aðrar persónar í skaldsøguni.

Ilt verður at skriva seg rundan um politisku intrigurnar, og tær eru sum nevnt ein løtumynd av politisku støðuni í Føroyum í 2018. Í bókini eru tveir mótstríðandi blokkar við hvør sínum 16 umboðum og so 17. manninum, sum fyrst er ein maður og seinni ein kvinna. Trupulleikin við tí eina valdøminum, har fólk gerast varafólk fyri onnur á sama lista, men við heilt øðrum áhugamálum, er gjøgnumgangandi. Dilemmað, sum hetta setir varafólkið í – um tað skal umboða egin virðir ella virðini hjá tí, sum varð valdur – er eins eyðsýndur í bókini sum í dagsins politikki. Soleiðis er tað at vera trúgv/ur ímóti sær sjálvum eitt evni í bókini.  

Konfliktlinjan millum útjaðara og miðstað er eisini afturvendandi í krimiskaldsøgum Steintórs, og hendan er avgjørt onki undantak, men leggur tvørturímóti dent á hetta stríðsevnið. Innvalda valevnið er ein “grønur” føroyingur úr Havn. Ein virkin ítróttarmaður, sum vil rætta uppá bústaðarneyðina í serliga Tórshavn og gera miðbýin har bilfrían. Varakvinnan er úr fiktiva býnum Norðvík og vil heldur satsa uppá vistfrøði og at velta avgrøðir sjálvi. Smarti havnarmaðurin ímóti bóndasligu kvinnuni úr útjaðaranum, sum hava tað til felags, at tey eru umhvørvisvinarlig.

Umframt politisku yvirtónarnar eru meira subtilir undirtónar, og millum motivini í skaldsøguni telist umsorganarsvik, barnamishandling, jalousi og hatur, elvt av álitisbroti. Meira óbeinleiðis verður nomið við evnir sum nepotismu/elitarismu í samfelagnum, konservatismu og vónbrot yvir, at skipanin svíkur.

Skrivingarlagið er vælkent innan krimi, og sum vit eisini kenna tað frá íslendskum krimirithøvundum sum Arnaldi Indriðarson. Við óregluligum millumbilum kemur ein stuttur kapittul, skrivaður við kursiv. Til dømis, men ikki bara, tá ókendi gerningsmaðurin tekur til orðanna. Skal okkurt negativt sigast um bókina, so er tað eisini her á málsliga økinum; bókin kundi verið betur rættlisin. Einstakar stavillur eru til dømis á bæði s. 91 og 92, men tær eru ikki mangar í tali tilsamans, skal skjótt leggjast afturat.  

Málburðurin er annars lættur, gerandisligur og ger skaldsøguna flótandi at lesa. Nógv beinleiðis tala er, og alla tíðina er málburðurin natúrligur. Hetta ger bókina munandi meira realistiska enn fleiri aðrar bøkur innan genruna. Gjørt verður beinleiðis upp við føroysku siðvenjuna at orða seg hátíðarligt í bókmentum. Í krimiskaldsøgunum hjá Steintóri sigur detektivurin ikki “Tygum eru eitt bølmenni!” ella “Í lógarinnar navni, tygum eru handtikin!”. Í staðin letur høvundurin persónarnar í skaldsøgunum orða seg, sum fólk í teirra støðu høvdu gjørt í veruleikanum. Hetta gevur bókini ein meira realistiskan dám og betrar munandi um innlivingina.

Á sama hátt eru persónarnir jarðbundnir. Teir hava feilir, veikleikar og hava gjørt brølarar í fortíðini. Her eru ongir ongir bakmenn fyri brotsmannasyndikat ella detektivar við óavmarkaðum hjálparmiðlum. Øll, bæði bindiklubbi, gerningsmaður, offur og høvuðspersónur, eru púra vanligir føroyingar uppá gott og ilt.

Tað sum ger skaldsøguna góða eru samfelagsligu eygleiðingarnar. Summar teirra knívskarpar, aðrar reflekterandi. Krimiskaldskaparmessiga velur høvundurin at “play it safe” og halda seg innanfyri mørkini hjá genruni, og í staðin er tað á sosialrealistiska bógnum, at skaldsøgan er nýskapandi. Hetta er hon við tað, at gerandisstøður verða lýstar við einum broddi, ið fáa lesaran at hugsa “hatta havi eg eisini hugsað, men ikki akkurát uppá handan mátan” meira enn eina ferð. Høvundurin hevur gott innlit í samfelagskarmarnar og tekur evni upp, sum ikki eru nógv pallsett í almenna rúminum, men sum heldur røra seg beint undir yvirflatuni, og sum orð sjáldan verða sett á.

Ein undirhaldandi krimisøga, sum bæði fær lesaran at kenna seg aftur og kveikir hugflogið samstundis. 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin