Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til minnis um bróðir mín, Hera Kragesteen

SKRIVAÐ: Sofía  |  17.01.2019 - 09:18 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Um jóltíðir í brátt farna ári fór bróðir mín, Heri Kragesteen, handan sýn, einans 68 ára gamal.

Tung var eg í sál míni, tá ið eg fekk boðini, at hesin blíði og fitti stóribeiggin var farin. Vit systkini, Fróða, Heri og eg, vóru framúr góð við hvønn annan, og stóðu saman sum kletturin, tá ið á stóð.

Í byrjanin av nítiárunum flutti eg saman við manni mínum og dóttir okkara til Danmarkar, og mangan var Heri á vitjan. Í byrjanini saman við konuni Katrin, men tá ið hon fyri skjótt sekst árum síðani varð tikin frá okkum vegna herviliga krabbasjúku, kom han einsamallur.

Og her fall hann væl til. Hann var ein sannur handyman, ið dámdi sera væl at putlast við ymist bæði innan- og uttandura. Og sum hann onkuntíð tók til: ”Her eri eg í Paradísi”.

Ikki er neyðugt í hesi sorgarstund at festa meira á blað um henda heiðursmann, tí hann var ikki bert mín bróðir og vinur - hann var samstundis ein vinur av fólkinum. Saknaðurin er ómetaligur.

 

Við sýndari samkenslu

Sofía

Lýsing
Seinastu tíðindini
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…
Gaston gjørt sáttmála til og við 2027
Hanna: Hóast broytingar skal Fleyr vinna…
Norebo JSC: Føroyskir politikarar vilja…
Ársmøti hjá Kirkjuliga Missións­felagnum
Epli og gularøtur av Sandi