Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársins leiðarar 2019 | Topp 3 kandidatar eru nú vald

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.01.2019 - 15:56 Tíðindaskriv Vinna

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2019, verður avdúkað kl. 16.00 á Leiðaradegnum, sum verður fríggjadagin 25. januar 2019.

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2019 valdir

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2019, hevur nú funnið fram til 3 sterk topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2019 sita Christian Nagata, sjóri Sendistovan, Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya.

TOPP 3 í stavrað:

Topp 3 kandidatar innan tað almenna

Dennis Holm, borgarstjóri, Vágs kommuna
Hedvig Johansdóttir, stjóri Dugni
Joel undir Leitinum, stjóri Posta


Topp 3 kandidatar innan tað privata

Árni Ellefsen, stjóri, BankNordik
Árni Jakobsen, stjóri, SMJ
Jonhard Mikkelsen, stjóri, Sprotin

 

Fríggjadagin 25. januar verður avdúkingin

Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar ur øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 25. januar. Høvuðsrøðari á degnum verður Morten Albæk, kendur m.a. frá síni tíð sum samskiftis- og marknaðarstjóri í Vestas. Morten Albæk er nú aktuellur við bókini ”Ét Liv. Én Tid. Ét Menneske – Hvordan vi glemte at leve et meningsfuldt liv”.

Stóra tema á degnum er “Skal tað geva meining”.

Røðarir:

Páll Isholm | Setir dagin
Frimodt Rasmussen | úr skjáttini hjá Ársins privata leiðara 2018
Karen Marie Lillelund | Njót lívið
Jón Sigurdsson | Burðardygg menning er nakað vit hugsa nógv um
Jan Ziskasen | Við hvørt er neyðugt at traðka út av eggini
Bertóra Høgnadóttir | Tað snýr seg ikki bara um at leggja ár til lívið, men lív í árini
Róland í Skorini | Menniskjað leitar eftir meining
Birita Nolsøe | Heimsmál – eitt mál í heiminum

 

Áhugin fyri degnum er stórur, tó ber enn til at tekna seg.

Les alt um Leiðaradagin 2019 her: www.leidaradagurin.com  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum