Lýsing
Lýsing

Bakkafrost tikið avgerð um stórar íløgur og staðseting av smoltstøð í Suðuroynni

SKRIVAÐ: Kristin Michelsen, borgarstjóri  |  18.01.2019 - 11:17 Politikkur Tíðindaskriv

Bakkafrost hevur seinastu árini arbeitt við møguligari bygging av smoltstøð í Suðuroynni, og hava fundir verið millum Bakkafrost og kommununar í Suðuroynni, bæði felags fundir og hvør kommuna sær. Gongd kom veruliga í ætlanirnar at byggja smoltstøð í Suðuroynni, tá Bakkafrost fekk Hovsfjørð aftur at ala á og eisini Hvalbiarfjørð soleiðis, at Bakkafrost er einasti alari í Suðuroynni í dag.

Tað hevur verið nógv og gott samskifti millum Tvøroyrar kommunu og Bakkafrost um byggjan av smoltstøð í Suðuroynni, serliga árini 2017 og 2018. Tvøroyrar kommuna fekk enntá eina munnliga tilsøgn frá stjóranum, Regini Jacobsen, um, at smoltstøð bleiv bygd á Tvøroyri. Men henda tilsøgn frá stjóranum fekk ikki undirtøku, tí nevndin í Bakkafrost valdi aðra staðseting av smoltstøð í Suðuroynni.

Síðan greinin “ Suðuroyggin forgyllir Bakkafrost “ skrivað 27. august 2018 av Bjarna Hammer, býráðs- og løgtingslimi fyri javnaðarflokkin, bleiv løgd út, hevur Tvøroyrar kommuna lítið og onki frætt aftur frá Bakkafrost. Sí t.d. http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/suduroyggin-forgyllir-bakkafrost/?L=0&cHash=6de557975b93fb8a9103fb6bb13d65ee

Kann hetta vera orsøkin til, at Bakkafrost tók avgerð um ikki at byggja á Tvøroyri?

Sjálvandi harmast borgarstjórin um, at smoltstøðin ikki bleiv bygd á Tvøroyri. Men hann fegnast um, at Bakkafrost ger risa íløgu í Suðuroynni, og at Bakkafrost, sambært stjóranum, hevur stórar ætlanir í Suðuroynni: aling og landstøð í Hvalba og smoltstøð á Tvøroyri. Hesar íløgur fær Suðuroyggin ágóðan av, og tað skulu allir suðuroyingar fegnast um.  Eg vil sum borgarstjóri á Tvøroyri ynskja Bakkafrost, Vágs kommunu, Sumbiar kommunu og øllum suðuroyingum blíðan byrð við hesi stóru ætlan fyri Suðuroynna.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum