Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spinn ella beinleiðis “fake news”?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  02.02.2019 - 09:13 Politikkur Tíðindi

Tað tykist sum um at Fiskimálaráðharrin hevur megnað at spunni politiskt gull burtur úr einari umhvørvisligari “tikkandi bumbu” í samband við ovurfiskiskapin eftir makreli í Norðuratlantshavinum.

(Myndatekstur: Bergen tann 29. november 2018: Ann Kristin Westberg, umboðandi norsku samráðingarnevndina, Herluf Sigaldsson, umboð fyri føroysku samráðingarnevndina og Fabritzio Donnatella, umboðandi ES.)

 

Í vikuni bórust tíðindini um at øll londini sum eru við í strandalanda (ó)semjuni nú missa sína MSC góðkenning, tí fiskiskapurin ikki er burðardyggur. Hetta hava allir partar verið fultgreiðir ivir í longri tíð og tí koma tíðindini um mistu MSC góðkenningina ikki óvart á.

 

Ótespiligt politiskt spinn

Strandalondin forlongdu beint undan árskiftnum avtaluna frá 2014 tí tey megnaðu ikki at finna nakra nýggja semju.

Hetta harmast londini um i enska tekstinum í skrivinum tey í felag sendu út fyri kortum. SÍ HER

Semjan sum ES Føroyar og Norra gjørdu í 2014 og sum eisini umfatar Grønland og ísland er sostatt enn í gildið, MEN tá Grønland og Ísland ongantíð hava góðtikið hesa semjuna so er eingin semja í veruleikanum.

Men á heimasíðuni fisk.fo er ósemjan fullkomiliga umskrivað og verður gjørd til ein sigur fyri Føroysku samráðingarnevndina, og Høgna Hoydal:

....Eftir drúgvar samráðingar og fimm samráðingarumfør, sum hava verið í London, Clonakilty og Bergen hava Føroyar, ES og Noreg í dag undir føroyskum formansskapi og leiðslu gjørt semju í Bergen um at leingja Makrelsemjuna til 31. desember 2020.....?????

HER


Harafturat kemur landstýrismaðurin við hesum  boðskapi til føroya fólk í tíðindaskrivinum tann 29.11.2018 á fisk.fo:

“Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sigur, at Føroyar, ES og Noreg hava víst í verki, at tey ætla at halda fram við býtinum í Makrelsemjuni frá 2014, har makrelfiskiskapurin verður skipaður á einum burðardyggum grundarlagi í einum rættvísum býti.,,,,,”


Strandalondini fiskað tvífalt tað sum ICES mælir til og í dag bórust so tíðindini um at makrelfiskiskapurin missir sína MSC góðkenning. Alt hetta hendir meðan Føroyar hava formansskapin í strandalanda samstarvinum.

Vit kunnu í øllum førum staðfesta at miðlingin úr fiskimálaráðnum minnir ikki sørt um Norður Koreanskar tilstandir.


Orsøkin er sjálvandi at føroyingar hava eitt stýrið, sum byggir allan sín politikk á støðugt hækkandi kilogjald frá ótálmaða uppisjóarfiskiskapinum í Norðuratlantshavinum og í løtuni eru politisku oddafiskarnir upptiknir av at finna eina politiska semju, sum hækkar almennu inntøkurnar frá serliga makrelfiskiskapinum samstundis sum fleiri nýggir aktørar skullu sleppa framat uppisjóartilfeinginum.

Samstundis framstanda Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn sum politiskir garantar fyri burðadyggum fiskiskapi og almennari vælferð.

Ovurfiskiskapur, gramleiki og burðardygg veiða eru hvør sítt, men Fiskimálaráðið megnar at fáa tey at verða tað sama.

Í politikki ber væl alt til? - Hvat halda makrelarnir?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum