Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Búnaðarstevnan 2019

SKRIVAÐ: Tekst og Myndir: Dávur Winther  |  16.02.2019 - 15:31 Myndarøð Politikkur Tíðindi

Í morgun kl. gott nýggju komu hópin av búnaðarfólkum, politikarar og bóndur víða frá um landið til búnaðarstevnu. Dávur Winther setti búnaðarstevnuna 2019 - Hetta vegna forfall hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim.

Fundarstjóri var Jacob Vestergaard, sýslumaður og skráin var drúgv og long – ja, allur dagurin er settur av til hetta týdningarmikla mál.

Búnaðarstevnan, sum vit kenna hana, har politikarar, bóndur og veitarar av ymslum slag kjakast um ymisk viðurskifti, hevur nú nøkur ár á baki, og er tað eina mest Símun Gullaksen, bóndi, sum hevur tikið stig til hesa búnaðarstevnu. Flest øl hava nógv uppá hjarað – at siga frá við uppskotum til broytingar.

Her var onkur, sum fegnaðist um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum eisini hevur landbúnaðarmál um hendi, hevði gjørt eina ætlan í 12 punktum og við áramálum settum ár, um hvussu og havar ber til at betra um ymisk viðurskifti innan landbúnaðin.

Ein annar bóndi harmaðist um ta stirvnu skipan, har tú verður føddur inni í “bóndastattin” og tú mást helst verða borðin út aftur hagani, helst við stórari skuld – Hann legði upp til eina meri lagaliga skipan, har til ber at leggja frá sær í frið og náðum, tá ið tann tíð kemur. 

Sjálvandi varð eisini komið inn á gongd í haga og treytir fyri hesum, har kanska kunningarstovurnar kring landið kundu havt ein meira virknan leiklut – Umboð fyri Norðoya Kunningarstovuna bjóðaði seg eisini fram til at kunna koma við góðum ráðum, um hvussu hetta kann skipast á skilabesta hátt

Kl. 16:00 verður kjakfundur við pallborðið. Evni er ferðavinna og gongd í haga.

Hvat gera vit við hendan trupuleikan/møguleikan? - Festarar og óðalsfólk varða av føroysku jørðini við rættindum og skyldum, hvussu fáa vit sum frægast burturúr? Kunnu vit skipa okkum við einum felags máli?

Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt

​Pallborðsluttakarar:
Búnaðarstovan
Bóndafelagið
Óaðlsfelagið
Visit Faroeislands
Vinnumálaráðið
Fiskimálaráðið

 

Búnaðartovan 2019 from Norðlýsið on Vimeo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum