Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórir møguleikar ”Mitt í sjónum”

SKRIVAÐ: Orð og myndir: Dávur Winther  |  20.02.2019 - 14:19 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

 
 Í gjárkvøldið var áhugaverdur í Spinnarinum, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður saman við Torradøgum hevði tikið stig til, heitið á tiltakinum var: “Mitt í sjónum: Føroysk shippingvinna”

Hvør er búskaparligi týdningurin av shippingvinnuni fyri Føroyar og aðrar vinnur? Og hvussu kann shippingvinnan fáa betri karmar og skapa størri inntøkugrundarlag í Klaksvík?

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður legði fyri við, Møguleikar mitt í sjónum

Esther Dahl, ráðgevi í Vinnuhúsinum og fyri Reiðarafelagið fyri handilskip, Shipping og virðisskapan í Føroyum

Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship, Farmaflutningur í norðuratlantshavinum

Eftir framløgurnar var pallborð og kjak, sum Óluvá Zachariassen, tíðindakvinna stýrdi:

Esther Dahl, Ráðgevi fyri Reiðarafelagið fyri handilskip

Bogi P. Nielsen, Stjóri í Faroeship

Frimodt Rasmussen Stjóri á KSS

Jógvan Skorheim, Klaksvíkar Býráð

Skulu Føroyar veruliga gerast ein altjóða maritimur depil innan shipping, er neyðugt at seta eitt samlað fokus frá bæði vinnu og almennum myndugleikum. Ein møguleiki er risa íløgur í havnir og hentleikar í samband við hetta, men ein vøkstur í FAS, við m.ø. útbúgvið fólk og krøv um veruligt reiðarívirksemi hjá FAS reiðaríium kunnu eisini vera ein gongd leið. Millum annað hetta kom fram á tiltakinum ”Mitt í sjónum” í gjárkvøldi, sum Sjúrður Skaale, Fólkatingsmaður og Torradagarnir samstarvaðu um.

Ester Dahl, ráðgevar hjá reiðarafelagnum fyri farmaskip, legði stóran dent á, at FAS er ein kappingarfør skipan, og at málið má verða, at FAS verður brúkt í enn størri mun. Hon staðfesti somuleiðis, at sambært teirra metingum stendur shipping vinnan í Føroyum fyri umleið 2% prosentum av útflutninginum og at her í grundini er talan um útflutning av tænastuveitingum.

Ester Dahl staðfesti somuleiðis, at tað er ein positiv gongd, at fleiri kravd skeið hjá sjófólki verða hildin í Føroyum, og at tað kastar av sær, at fleiri FAS reiðarí brúka føroysk feløg til at útvega manning. Hon metir tó, at ein stórur vøkstur kann fara fram har.

Bogi B. Nielsen, stjóri í Faroe Ship, staðfesti, at føroyingar eru í einari góðari støðu, tá tað snýr seg um linjuflutning, tá bæði Eimskip, Samskip og Smyril Line hava fasta sigling til Føroya – í ein ávísan mun við ymiskum konseptum, har Smyril Line í stóran mun fokuserar á flutning av trailarum, meðan hini halda seg til bingjuflutning.

Stjórin í Faroe Ship vísti somuleiðis á, at nógvur annar flutningur fer fram, tá størri flutningar fara fram, serliga frá frystigoymslum í Føroyum.

Bogi B. Nielsen segði seg meta, at skal tosast um ein vakstrarmøguleika, sum er ein rímiliga realistiskur møguleiki, so eru tað nógvu russisku skipini, sum virka kring Føroyar.

Frimodt Rasmussen, stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð, tók undir við hesum boðskapi um at leggja seg meira eftir vanliga viðlíkahaldinum og tænastunum til russisku skipini, og vísti somuleiðis á, tað almenna kanska kundi gjørt meira við at seta krøv til útlendsku reiðaríini, sum virka í Føroyum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, vísti á, at gongda leiðin helst er at taka støði tilgongdini við Visit Faroe Islands og ferðavinnuni, har ein líknandi støða eigur at vera tikin til shippingvinnuna, soleiðis at alment og privat gera eina rímiliga íløgu og halda fokus. So skulu úrslitini nokk vísa seg.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, greiddi hartil frá, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi í longri tíð hevur roynt at seta fokus á hetta evnið, tí Føroyar júst liggja mitt í sjónum, og tað tí áttu at verið enn størri møguleikar innan hesar vinnur.

Tað gjørdist ávíst kjak í salinum, har eini 60 fólk vóru møtt upp, um serliga svensku reiðaríini í FAS, har fleiri áhoyrarar vísti á eitt ynski um, at virksemi hjá hesum feløgum í Føroyum eigur at gerast meira umfatandi – leggja meira eftir seg her.

Eisini kom fram, at kanska skulu kommunur í størri mun taka seg saman í størri felagsskapir til at byggja størri havnaløg og hava samrakstur kring tey.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund