Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunlar merkja samanhald

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.02.2019 - 05:27 Leiðarin Mentan Vinna

Fýra ferðir um árið sleppa vit at smakka tað, sum varð okkum lovað, nevniliga fría ferðslu millum Eysturoynna og Norðoyggjar. Hesi bæði økini í Føroyum hava so mikið nógv til felags, at ongin ivi er um, at nógvir norðoyingar fara at vitja í Eysturoynni, eins og nógvir eysturoyingar í Norðoyggjum, nú ókeypis verður at koyra.

Í fjør fingu vit staðfest í sendingunum “Guð signi Føroyar”, at eysturoyingar og norðoyingar eru nakað serligt, og at teir líkjast. Hetta var á átrúnaðarliga økinum. Og vit vistu øll frammanundan, at tá tað kemur til vinnulív, ítrótt og mentan, eru eysturoyingar og norðoyingar eisini sera líkir.

Torradagarnir eru júst farnir afturum, og sum nakað nýtt vórðu teir í ár víðkaðir inn í Eysturoynna eisini, har stórt morgunmatarborð varð hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við Norðoya Sparikassa sum verti. Samstarvið millum økini bæði er tó fyrndargamalt, og besta prógvið um hetta er helst Klaksvíkar Sjúkrahús, ið kreftir í Norðoyggjum og Eysturoynni í felag tóku stig til heilt afturi í 1800-talinum. Langt áðrenn tað er grind blivin býtt millum sýslurnar báðar.

Stóra vinnufyritøkan í Eysturoynni, Bakkafrost, ger heimsins størstu smoltstøð norðuri á Strond á Borðoynni. Norðoya Sparikassi og Föroya Bjór hava deildir í Eysturoynni. Miðnám á Kambsdali hevur deild í Klaksvík. Dømini eru sera mong um, at økini bæði hava eina sterka søgu við felagsskapum og bondum, tó heilt greitt hvør sítt øki við hvør sínum styrkjum.

Árliga afturvendandi Klaksvíkskappingin í fótbólti varð hildin um vikuskiftið, og hesaferð mugu vit viðganga, at eysturoyingarnir vóru teir knáastu. Víkingur gjørdist nummar 1, NSÍ nummar 2 og KÍ nummar 3. Hesir venjingardystirnir plaga at vera seinasti vørrurin, áðrenn farið verður í holt við veruligu landskappingina, og hóast rúm er fyri batum, so bendir alt framvegis á, at feløgini úr Landnyrðingsføroyum fara at vera tey, ið koma at geva havnarfeløgunum mestu kappingina í ár.

Sunnan fyri Runavík henda ting og sakir. Tað er onki at ivast í, at stóru frambrotini, sum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vóru, hava verið høvuðsorsøkin til, at Skálafjarðartunnilin nú gerst veruleiki. At hugsa sær – í 2002, tá Vágatunnilin stóð í gerð, varð ein kanning gjørd av væntaðu ferðsluni. Tunnilsfelagið roknaði seg fram til, at í meðal fóru 350 bilar at koyra ígjøgnum hvønn dagin. Veruliga talið gjørdist 2.354 bilar um dagin (fyrra hálvár 2018), ella næstan 8 ferðir so nógvir.

Hetta fortelur okkum, at tað er ógjørligt at siga frammanundan, hvat man kann vænta av einum undirsjóvartunli. Veruleikin ger okkum bilsin óansæð. Men eitt varisligt boð kann vera, at Runavíkarøkið eins og Strendur fara at vaksa av hesum. Stór bústaðarneyð valdar í Tórshavn, og hóast prísirnir eru í vøkstri við Skálafjørðin, eru teir framvegis eina góða millión lægri enn í Havn. Vit hava longu merkt, at áhugin er stórur fyri at búgva tætt við tunnilsmunnarnar báðar, nú tað bert verður eitt gott korter at koyra til Havnar.

Í felag eiga vit at virka fyri, at ferðslan ikki verður einvegis til Havnar, men at Landnyrðingsføroyar eisini fáa tilboð, ið kunnu draga fólk úr miðstaðarøkinum og norðureftir. Runavík satsaði rætt, tá tey bygdu Løkshøll, ið er vorðið eitt satt trekkplástur við mentanartiltøkum. Lív eigur at fáast aftur í stadionøkið á Svangaskarði, sum einaferð var okkara tjóðarleikvøllur og kann brúkast meira enn í dag.

Við hesum fáum framtíðarynskjum og bjørtu vónum til Landnyrðingsføroyar vil Norðlýsið ynskja øllum ein góðan tunnilsdag. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG