Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlanoktan – ein vaksandi trupulleiki

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.03.2019 - 15:55 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Í §52 fyrispurningi til Honnu Jensen, landsstýriskvinnu við skúlamálum, vísir Jónleif Johannesen á, at skúlanoktan er ein vaksandi trupulleiki, sum vit eiga at loysa.

Skúlanoktan er ein atferð, har barnið ger alt tað, sum tað er ment, fyri at sleppa undan at ganga í skúla, og talan er um eitt afturvendandi mynstur. Í Skúlablaðnum 1/2019 verður hetta viðgjørt, og kemur tað fram, at tað ofta eru onnur viðurskiftir enn skúlin, ið gera, at barnið noktar at fara í skúla. Sagt verður eisini, at skúlanoktan er ein vaksandi trupulleiki, bæði í føroyska fólkaskúlanum og í grannalondum okkara. Trupulleikin er samansettur, men mett verður, at tað eru krøvini í dagsins samfelag, sum eru partur av orsøkini. Nógv av krøvunum eru óskrivað og koma úr øllum ættum, og hjá nógvum elvir tað til strongd. Aðrar orsøkir kunnu, sambært danskari kanning, vera angist, trupulleikar við at hava sosialar relatiónir við onnur børn ella trupulleikar í familjuni. Avleiðingin er, at ófriður kemur á barnið, tá ið tað kemur í skúla. Kanska maktar barnið ikki tað sosiala spælið, tað sleppur sær undan sosialu og fakligu krøvunum í skúlanum og avbyrgir seg – ofta heima framman fyri eini teldu.

-       Talan er um eina sera óhepna gongd, sum vit eiga at fyribyrgja. Ein fyribyrgingarleistur er, at lærarar betur skulu duga at gjøgnumskoða eitt fráverumynstur og síggja barnið, sum ikki kemur í skúla. Her eiga førleikastovan og Sernám at vera sterkir viðleikarar. Men trupulleikin er samansettur, so neyðugt er helst at síggja avbjóðingina í einum nógv størri høpi. Skúlin er ein týðandi partur av hesum, og tí seti eg landsstýriskvinnuni í skúlamálum ein fyrispurning um evnið, sigur Jónleif Johannesen í viðmerkingunum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka